KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Vit eru úti av Løgmanssteypinum

myndir08-05-2016 - Jónfinn Petursson

Løgmanssteypið, 1/4. finalan: Víkingur –HB 3-3

Løgmanssteypið kemur heldur ikki til Havnar í ár. Vit kláraðu at elta Víkingi líka til tey seinastu brotsspørkini. Men hepnið var við vertunum, sum tí er víðari í kappingini.

Stórur dramatikkur var í Sarpugerði í dag. Fleiri  høvdu helst ikki fingið reyvina niður at stólinum, tá Sølvi Vatnhamar longu í 2. minutti legði vertirnar framum.

Tá tjúgu minuttir vóru leiktir, økti sami Sølvi, og helst hugsaði onkur, at nú var eingin vegur aftur. Okkara menn fullu tó ikki í fátt, og beint fyri hálvleik megnaðu vit innafyri tveir minuttir og við tveimum málum av Poul Ingason at javna støðuna út aftur. Kanska átti málverjin hjá Víkingi sín lut í tí fyrra málinum.

Vertirnir løgdu seg aftur framum, tá Andreas Lava Olsen tjúgu minuttir fyri leiklok sendi vertirnar á vinnarakós.

Heldur ikki hetta vildu vit hava liggjandi á okkum, men komu afturí aftur. Við brotssparki stutt fyri leiklok javnaði Øssur Dalbúð, og so var alt opið aftur.

Vóru vertirnir eina tonn betur í sjálvum dystinum, vóru vit tó ikki fyri ongum, serliga í einum parti av longu leiktíðini. Men einki mál kom, og so máttu menn undir brotssparkskapping, og restin er, sum tikið verður til, ”history”.

Teitur bjargaði tí eina, men vit kláraðu ikki at umseta tvey brotsspørk til mál, og tí er Víkingur víðari í kappingini um Løgmanssteypið.

Keðiligt, men ein staðfesting av, at vit næstan eru, har klokkurnar ringja. Okkara lið er hóast tað gott við ágrýtnum og frálíkum leikarum, so vit skulu nokk koma afturí aftur.

Møguleikin verður longu komandi hósdag, tá farið verður til Tvøroyar har TB tekur ímóti við Stórá


Koyr á, HB!!!!


HAGTØLINI

Løgmanssteypið, 1/4. finalan sunnudagin 9. mai 2015 kl. 15.00 í Sarpugerði

Víkingur – HB 3-3 (2-2)
1-0 Sølvi Vatnhamar 2’
2-0 Sølvi Vatnhamar 20’
2-1 Poul Ingason 44’
2-2 Poul Ingason 45’
3-2 Andreas Lava Olsen 71’
3-3 Øssur Dalbúð (br.) 88’

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Jóhan Troest Davidsen (liðsk.), Bartal Wardum, Jógvan Rói Davidsen, Tróndur Jensen, Magnus Egilsson (Jákup F. Hansen 85), Christian R. Mouritsen (Adrian Justinussen 60), Teit Jacobsen, Poul Ingason (Ari Mohr Olsen 60) og Øssur Dalbúð

Óbrúktur eykaleikari: Niklas Thomsen og Heri H. Mohr

Gult kort: Teit Jacobsen, Adrian Justinussen og Jóhan Troest Davidsen

Á beinkinum: Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Heðin Weihe og Uni Nielsen

Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Andreas Petur Hansen og Vinjard Dam
4. dómari: Bjarki Danielsen