KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
TB/FCS/Royn - HB
fríggjadagin 23. juni
kl. 20.00

 
1. DEILD MENN
HB - ÍF
leygardagin 22. juli
kl. --.--


HB - B36
leygardagin 24. juni
kl. 18.00


 

 


Stuðlar







Venjingardystir

Venjingardystir 2017

Her eitt sindur av kunning um venjingardystirnar. Broytingar í skránni kunnu koma fyri:

Dystur 1 - leygardagin : HB - KÍ 0-4

Liðið: Teitur M. Gestsson, Heri Mohr, Jóhan T. Davidsen, Bartal Wardum, Ári M. Jónsson, Jógvan Rói Davidsen, Levi Hanssen, Tróndur Jensen, Adrian Justinussen, Símun Samuelsen, Sebastian Pingel, Hanus Sørensen, Aron Clementsen, Pál M. Joensen, Danjal Pauli Lervig og Daniel Johansen.

Viðmerking:
Fyrsti venjingardysturin var avgreiddur í dag. Hóast úrslitið einki hevur at siga beint nú er tað altíð keðiligt at tapa. Tað er so tað. Páll Klettskarð við hatrikki og Hjalgrím Eltør skutu málini fyri KÍ.

Dystur 2 - mikudagin 1. februar kl. 18:00 EB/Streymur - HB 0-1

Liðið:Teitur M. Gestsson – Heri Mohr, Jóhan T. Davidsen, Bartal Wardum, Ári M. Jónsson – Rókur av Fløtum Jespersen, Heðin Hansen – Levi Hanssen, Thiago Pinto Borges, Sebastian Pingel – Andrew av Fløtum, Tróndur Jensen, Poul Thomas Dam, Adrian Justinussen, Daniel Johansen, Jákup Pauli Breckmann, Ari M. Olsen og Hjalti Djurhuus.

Viðmerking:Fyrsti dysturin á nýggja vøllinum á Eiði endaði við sigri til okkum. Tróndur Jensen kann reypa sær av, at verða fyrsti málskorari á nýggja vøllinum.

Dystur 3 - leygardagin 11. februar kl. 12:00 KÍ - HB 1-0
Liðið: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan T. Davidsen, Bartal Wardum, Ári M. Jónsson – Heðin Hansen, Rókur av Fløtum Jespersen, Sebastian Pingel, Tróndur Jensen, Levi Hanssen – Ari M. Olsen, Adrian Justinussen, Danial Pauli Lervig og fleiri.

Viðmerking:
Enn eitt tap móti KÍ, hóast talan her var um minni munin. Ikki tí, úrslitini hava sum so einki at siga í upptaktini. Men munurin var lítil á liðunum og helst eru okkara venjarar i fer við at finna fram til hvussu og hvat.

Dystur 4 - leygardagin 18. februar - VFF-Kup 2017

Viðmerking: Lesið meira um kappingina her.

Dystur 5 - leygardagin 25. februar kl. 13:00 HB - Suðuroy 1-0

Viðmerking: Eitt alternativt lið leiki venjingardyst í dag, og serliga hugaligt var at notera sær, at Andrew av Fløtum gjørdist matchvinnari.

Dystur 6 - leygardagin 4. mars kl. 11:30 HB - NSÍ 0-2
Liðið: Mattias Lamhauge - Jógvan Rói Davidsen, Johan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Ári Mohr Jónsson, Símun Samuelsen, Martin Bergvold, Heðin Hansen, Tróndur Jensen, Sebastian Pingel, Adrian Justunussen. Eyka: Andrew av Fløtum, Daniel Johansen, Dánial Pauli Lervig, Poul Thomas Dam, Hjalti Kárasson Djurhuus, Heri Hjalt Mohr.
Viðmerking: Vit vóru klárt betur í fyrra hálvleiki og helst at skorða fleiri mál. Tíverri var hepnið ikki við okkum. Sebastian Pingel smekkaði eisini eitt brotsspark á stongina. Í seinna hálvleiki vóru fleiri útskiftingar gjørdar, og hetta hjálpti ikki okkum. Gestinir revsaðu okkum við tveimum kontraálopum.
Men, nú er liðugt við venjingardystum, tí Effodeildin byrjar komandi vikuskifti.

Sunnudagin 12 mars: Landskappingin byrjar