KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
HB - KÍ
11.mars kl. 15.00

 
1. DEILD MENN
Skála - HB
10.mars kl. --.--


BETRI-KVINNUR
HB
11.mars kl. --.--
 

 

 


Stuðlar







U12 dreingir næstbestir í Dana Cup

U12 Dreingir25-07-2015 - Jónfinn Petursson

Dana Cuph evur við tíðini ment seg til ein av teimum heilt stóru fótbóltskappingunum í altjóða høpi. Luttakaratalið í ár liggur um tey 24.000, og millum hesi eru lið frá eitt nú AB, B71, HB og B36.


Besta úrslitið hevur A-liðið hjá U12-dreingjum hjá HB fingið. Teir sópaðu alla mótstøðu til viks fram til hálvfinaluna, og í hálvfinaluni vunnu okkara dreingir 3-1 á Vila Olimpia úr Brasil.

Í finaluni brustu vit saman móti Cesar Vallejo úr Peru. Tíverri var mótstøðan nakað torfør og tá liðugt var vunnur hinir 4-1.

Hóast finalutapið er hetta eitt megnar avrik og enn einaferð hava vit prógva, at knotur eru í føroyskum kongum.

Ferðaliðini ið hava verið í Danmark hesar dagarnar eru nú á veg heim aftur við Norrønu. Sum tað skilst á lagnum, hevur túrurin verið frálíkur og fleiri spennandi upplivingar hava verið á skránni.

Vit fegnast almikið um frálíka úrslitið og sjálvandi eisini úrslitini hjá hinum føroysku liðunum sum vóru við í Dana Cup.


Partar av greinini eru læntar frá Jákup Mørk/in.fo
Myndir: Jess M. Madsen/danacup.dk