KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







Teir 11 sum byrjaðu á Tórsvølli í kvøld (mynd: Turið Láadal Sejersdóttir)

Takk fyri hesa ferð

1. lið09-07-2015 - Helgi Nielsen

Europa League: HB – FK Trakai 1-4

Vit sluppu og kundu væl spæla við í kvøld, men onkusvegna sat man við kensluni av, at trúgvin uppá tað ikki var til staðar, og tí endaði tað sum tað gjørdi.

Hópurin hjá okkum var nakað skerdur í kvøld í mun til dystin í Kaunas. Santos hevði sum kunnugt leikbann, meðan bæði Jóhan og Christian sótu á bonkinum við skaða. Í teirra stað komu Gunnar, Bartal og Teit á vøllin frá byrjan. Hetta hevði so eisini við sær, at René røkti plássið sum vinstri bakkur í kvøld.

Hóast møguleikin at spæla seg víðari í kvøld var lítil, so var møguleiki fyri einum góðum úrsliti til staðar. Vit byrjaðu dystin heilt væl. Longu í 5. minutti vinnur Teit okkum fríspark í góðari støðu í høgru síðu. Tíverri kom einki burturúr tí. Nakrar minuttir seinni fær Arnbjørn eitt gott innlegg. Hann setir høvdið væl á, og roynir at plasera bóltin í trýkantin, men málmaðurin bjargar sera væl til horna. Aftur nakrar minuttir seinni fær Heini høvdið undir bóltin, men aftur verjir málverjin fyri.

Í 20. minutti gerst ein litavskur spælari rættuliga leysur, og endin er, at Rógvi tekur beinini undan honum beint uttan fyri brotsteigin. Dómarin ivaðist ikki, men dømdi fríspark og reytt kort til Rógva. Tað tóktist sum ein harður dómur, men kann nokk forsvarast. Teir fingu so einki burturúr frísparkinum, men nú gjørdist uppgávan so uppaftur torførari. Fróði noyddist so at yvirtaka plássið hjá Rógva í miðverjuni.

Nú løgdu gestirnir meira fyri, og í 29. minutti fáa teir hol á. Eitt skot verður sent móti málinum. Teitur verjir fyri, men á returinum er ein av teirra fyrstur á og smekkar bóltin upp undir nettakið til 0-1. Stutt eftir hetta gerast bæði René og Arnbjørn púra leysir móti málinum hjá gestunum, men helst bíðaði Arnbjørn ov leingi, og so kom málverjin fyri. Í 37. minutti økja teir so um leiðsluna. Ein at síggja til ófarligur bóltur kemur høgt og dalar niður í okkara brotsteig. Tveir av okkara fara upp eftir bóltinum, men hvørgin fær hann. Hetta ger, at ein av teirra kemur at standa púra leysur frammanfyri málinum, og hóast hann gav sær góða tíð, slapp hann at seta bóltin í málið til 0-2. 

Minuttin aftaná brýtur René ígjøgnum í vinstru síðu. Hann hevur møguleikan at spæla Teit í høgru, men bíðar helst nakað leingi, soleiðis at tá Teit fær bóltin verður hann hart kroystur og setir bóltin beint við síðuna av. Stutt fyri hálvleik kemur 10arin hjá gestunum hart í Fróða aftanífrá, men einki kort kom frá ikki serliga uttanveltaða dómaranum. Hálvleikur og 0-2, men vit høvdu avgjørt havt møguleikar.

Seinni hálvleikur byrjaði heldur varliga. Gestirnir tóku tað róligt, og vit komu ikki til tað stóra fyrsta korterið. Arnbjørn var rættuliga væl upplagdur í kvøld og royndi eisini at skapa møguleikar sjálvur, men tað var trupult. Beint eftir tímaslagið fingu vit fleiri góðar møguleikar. Fyrst sendi Levi eitt gott fríspark í høvdið á Arnbirni, sum aftur hesa ferð plaseraði bóltin væl, men aftur vardi málverjin væl fyri til horna. Løtu seinni royndi Heini seg við góðum skoti men beint omanfyri. Nakrar minuttir seinni endar gott spæl í okkara høgru við, at Jógvan Rói sendir eitt gott innlegg innfyri, men aftur er málverjin fyri skallaranum hjá Arnbjørn.

Sum hálvleikurin leið tóktist gassið at fara eitt sindur av, og vit komu ikki til tað stóra eina løtu. Í 82. minutti fáa gestirnir brotsspark, sum verður skotið í stongina og inn: 0-3. René og Levi spæla síðani væl saman, men tíverri spurdist einki burturúr. Í 89. minutti bragdaði endiliga hjá okkum. Innskifti Adrian fær ein góðan bólt heilt nær málinum. Hann skallar bóltin yvirum til Levi, sum setir høvdið á, og endiliga fór bólturin í málið til 1-3. Løtu seinni fáa gestirnir aftur brotsspark, og so var 1-4, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Samanumtikið eitt samlað tap á 1-7 móti einum liði, sum sá út til at vera til at tosa við. Tað er skuffandi.

Vit takka fyri okkum í Europa á hesum sinni og seta fokus á heimligu kappingina. Fyrsti dystur aftaná summarsteðgin verður Ólavsøkudag móti FC Suðuroy.

Koyr á, HB!

Myndir hjá Turið Láadal Sejersdóttir frá dystinum síggjast her


HAGTØLINI

Europa League, 2. undanumfar hósdagin 9. juli 2015 kl. 19:45 á Tórsvølli

HB - FK Trakai 1-4 (0-2)
0-1 David Arshakyan 29’

0-2 Ronald Solomin 32’
0-3 Aleksandr Bychenok 82’
1-3 Levi Hanssen 89’
1-4 David Arshakyan 91’

Gult kort: Heini Vatnsdal, René S. Joensen

Gult kort: Rógvi S. Holm

Dagsins maður: René Shaki Joensen

Liðið: Teitur M. Gestsson – René Shaki Joensen, Gunnar Haraldsen, Rógvi S. Holm, Jógvan Rói Davidsen, Levi Hanssen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen (liðsk.), Bartal Wardum, Teit Jacobsen (Adrian R. Justinussen) og Arnbjørn T. Hansen (Pól Ingason)

Óbrúktir eykaleikarar: Petur S. Thomsen, Johan T. Davidsen og Christian R. Mouritsen

Á beinkinum: Heðin Askham, Tróndur Vatnhamar, Jan F. Jensen og Ólavur Midjord

Dómari: Sandor Szabo (HUN)
Hjálpardómarar: Balázs Buzá og Theodoros Georgiou (HUN)
4. dómari: Jozsef Erdos (HUN)