KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Strævið lív

1. lið18-06-2017 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 13. umfar: HB – Skála 1-2

Tað krevur sín mann at halda við HB. Síðani okkara seinasta FM í 2013 hava vit ongantíð á morgni vitað, hvar vit á kvøldi skuldu gista.


Dagsins dystur er eisini ein góð mynd av støðuni. Fyrsta hálva tíman trumlaðu vit gestirnar niður, og vóru vit líka neyvir sum teir, skoraðu vit fimm mál. Vit megnaðu onkursvegna bara eitt, og hetta skuldi hevna seg fleirifalt seinni.

Pingel var síðstur á einum góðum innleggi úr vinstru frá Ára, og eirindaleyst sendi hann bóltin í netið. Stankov var brennivargurin í dag, og serliga støðan, tá hann kom leysur móti Gangó,átti at verið umsett til mál.

Skála formáddi sær ikki nógv fyrr enn móti endanum av hálvleikinum. Útjavnandi málið kom eftir, at vit blivu spældir tunnir í vinstru síðu, og bólturin verður sendur inn fyri. Bum – bum, og so høvdu gestirnir umsett teirra einasta møguleika í fyrra hálvleiki til útjavnandi málið.

Í seinna hálvleiki væntaðu vit, at okkara fóru at herja á av álvara. Men tíverri megnaðu vit ikki at leggja trýst á.

Hinvegin vóru skálamenn raskir og ágrýtnir, og sum hálvleikurin leið, fingu teir flutt spælið longur inn á okkara hálvu. Til tíðir vóru tað vit, sum bara máttu lossa bóltin fram í vón um, at okkara áleyparar kundu gera okkurt.

Vit royndu okkum bara tvær ferðir í seinna hálvleiki. Rókur og Stankov skutu væl, men málverjin var fyri báðar ferðir.

Seks minuttir fyri leiklok fór Skála í kontra, og endin var, at Jákup Johannesen sendi bóltin í netið til skigursmálið 2-1.

Vit megnaðu ikki at koma afturí aftur og kunnu tí bara staðfesta, at vit nú hava tapt líka ofta, sum vit hava vunnið í ársins Effodeild, og hóast langt er eftir á mál, hava vit helst longu útspælt okkara leiklut í ár.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 13. umfar sunnudagin 18. juni 2017 kl. 15.00 í Gundadali

HB – Skála 1-2 (1-1)
1-0 Sebastian Pingel 6’
1-1 Brian Jacobsen 43’
1-2 Jákup Johannesen 84’

Gult kort: Sebastian Pingel, Adrian Justinussen og Tróndur Jensen

Liðið:  Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Jógvan Rói Davidsen, Adrian Justinussen (Daniel Johansen 86), Martin Bergvold, Tróndur Jensen (Símun Samuelsen 63), Sebastian Pingel (Hjalti K. Djurhuus 79), Rókur av Fløtum Jespersen (liðsk.) og Alexandar Stankov

Óbrúktur eykaleikarar: Barti Vitalis Mørk, Levi Hanssen, Dánial Pauli Lervig og Heri H. Mohr

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Jógvan Rói Davidsen

Dómari: Dagfinn Forná
Hjálpardómarar: Vinjard Dam og Rani A. Skaalum
4. dómari: Bjarki Danielsen

Myndir: Rakul Hansen