KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







HB-Garpar

Ov stinn mótstøða

1. lið15-07-2014 - Jónfinn Petursson

Champions League, 2. undanumfar, fyrri dystur: FK Partizan – HB 3-0

Okkara partur í ársins Champions League hongur í einum klønun tráði, nú eftir at fyrri dysturin móti Partizan úr Beograd endaði við 3-0 ósigri.


Sjálvandi vistu vit, at Partizan er eitt klassalið, og at møtstøðan í dag fór at verða ein heilt onnur enn í fyrra undanumfarinum. Vertirnir løgdu okkum í løtum undur áhaldandi og stórt trýst.

Longu tá tveir minuttir vóru leiktir, átti Darko Brašanac at skorað. Tíbetur fór skallarin eftir vandamikið fríspark við síðuna av málinum.

Tá lítið korter var leikt, varð 1-0 til Partizan. Eitt hornaspark verður sent innfyri og longt við fremstu stong. Inni undir málinum sleppur dagsins maður hjá Partizan, Danko Lazović, at standa púra leysur og skalla bóltin í netið.

Um miðjan fyrra hálvleik komu vit í hampuliga støðu. Tíverri náddi Jógvan Rói ikki skotinum frá Fróða, sum tí fór framvið málinum.

Stórt meira hendi ikki í fyrra hálvleiki. Vit stóðu væl og til tíðir vístu vit heilt skilagott spæl. Heilt móti endanum av hálvleikinum royndi Partizan aftur at trýsta, men dagsins maður okkara, Teitur M. Gestsson, vardi væl fyri.

Vandi var altíð fyri at størri glopp fór at koma í okkara ketur, sum dysturin leið, og hitin og tunga luftin setti seg í beinini.

Vertirnir skoraðu tíverri tvey mál í seinna hálvleiki, fyrst aftur Danko Lazović og síðani Petar Skuletic.

Málið til 2-0 kom fýra minuttir eftir tímaslagið, tá Lazovic var fyrstur á returin, eftir at Petar Škuletić hevði skallað á tvørtræið.

Tá smáir tjúgu minuttir vóru eftir, setti Skuletic punktum, tá hann í púra leysari støðu heilt inni undir málinum skallaði til 3-0.

Neyvan eru okkara menn serliga fegnir um tað fyrsta og tað seinasta málið. Har sóu vit snøgt sagt ringir út.

Stuttligt var tó at notera sær, at Bartal Wardum slapp á vøllin í dag. Hann avloysti René, sum tíverri mátti fara av vøllinum við einum smásnuddi. Vónandi er hesin ikki so álvarsligur.

Andrew og Poul sluppu eisini inn í seinna hálvleik fyri ávíkavist Jógvan Róa og Kristin.

Vit fingu ongantíð spælt okkum til nakra vandastøðu í seinna hálvleiki, so skallarin frá Fróða eftir horna var helst okkara møguleiki í seinna hálvleiki.

Beint fyri leiklok royndi Darko Brašanac seg við einum góðum skoti, men Teitur var góður og bjargaði væl.

Komandi týsdag verður so seinni dysturin í hesum umfarinum spældur. Hóast støðan er 0-3, er sum so einki avgjørt enn. Tó helst skal hepni og eitt sindur afturat vera við okkum, um vit skulu venda hesi byttuni.

Samanumtikið kunnu vit bara fegnast um, at okkara menn royndu tað, teir kundu, og vístu til tíðir, at vit eisini duga at spæla fótbólt í Føroyum. Takk fyri gott undirhald og takk fyri innsatsin. Allir okkara ellivu á vøllinum vóru raskir og bóru við stoltleika reyð-svørtu blusuna.


Koyr á, HB!


HAGTØLINI

Champions League, 2. undanumfar týsdagin 15. juli 2014 kl. 19:45 Partizan Stadium

FK Partizan – HB 3-0 (1-0)
1-0
Danko Lazović 14’
2-0 Danko Lazović 64’
3-0 Petar Skuletic 71’

Gult kort: Fróði Benjaminsen og Alex José dos Santos

Liðið: Teitur M. Gestsson – Alex José dos Santos, Jóhan T. Davidsen, Rógvi S. Holm, René Shaki Joensen (Bartal Wardum 63), Jógvan Rói Davidsen (Andrew av Fløtum 77), Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen (liðsk.), Kristin R. Mourtisen (Poul Ingasson 66), Tróndur Jensen og Jóan Símun Edmundsson

Óbrúktir eykaleikarar: Thomas Knudsen og Pál Mohr Joensen

Á beinkinum: Heðin Askham, Jón Simonsen, Kaj Niclsen, Gudrid Nolsøe og Heðin Weihe

Dagsins maður: Teitur M. Gestsson (red.)

Dómari: Sven Bindels (LUX)
Hjálpardómarar: Paulo Vivas og Ricardo Morais (LUX)
4. dómari: Frank Bourgnon (LUX)


Myndir: Knút Olsen