KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Vunnu á Giza Hoyvík

28-05-2017 - Jónfinn Petursson

1. deild menn, 10. umfar: HB – Giza Hoyvik 4-3

Okkara men høvdu mist takið á dystinum, men onkursvegna megnaðu vit at grava djúpt og vendu hóttandi tapið til sera søtan sigur.

Longu í nígginda minutti snýtti Ahmed Keita okkara verju og rann frá øllum og lyfti bóltin uppum Mathias og í netið. Beint fyri hállva tíman øktu gestirnir, tá Evrard Blé var seinastur á einum horna.

Vit megnaðu tó stutt fyri hálvleikin at minka um munin við brotssparki, eftir at Páll Joensen varð feldur í gjøgnumbroti. Hans Jákup Annfinsson umsetti gylta kjansin til mál.

Fimm minuttir inni í seinna hálvleiki hildu gestirnir helst, at avgerðin var fallin, tá Magnus Møller við høvdinum økti til 3-1 leiðslu.

Hetta vildu vit tó ikki hava sitandi á okkum, og afturíafturkoman byrjaði. Fyrst minkaði Rói av Fløtum um munin við einum góðum skoti úr vinstra brotsteigarhorni. Hetta var fimm minuttir fyri tímaslagið.

Tá korterið var eftir, var Vensil Djurhuus hjá Giza Hoyvík so ópheppin at beina bóltin í egið mál eftir horna, og bara fimm minuttir fyri leiklok legði Páll Mohr Joensen okkum framum við málinum, ið loksins gjørdist tað endaliga.

Samanumtikið eitt super gott avrik av okkara monnum, sum fleiri ferðir vóru niðri í posanum, men megnaðu at venda hóttandi tapi til góðan sigur.


Koyr á, HB !!!!


HAGTØLINI

1. deild, 10. umfar: leygardagin 27. mai 2017 kl. 15.30 í Gundadali

HB – GizaHoyvík 4-3 (1-2)
0-1 Ahmed Keita 9’
0-2 Evrard Blé 25’
1-2 Hans Jákup Annfinsson 41’ (br.)
1-3 Magnus Møller 50’
2-3 Rói av Fløtum 55’
3-3 Vensil Djurhuus 75’ (sj.)
4-3 Páll Mohr Joensen 85’

Gult kort: Hjalti K. Djurhuus

Liðið: Mattias Lamhauge – Pætur Ejdesgaard, Bárður Mittelstein, Hjalti K. Djurhuus (liðsk.), Martin Dam, Páll Mohr Joensen, Rói av Fløtum (Jóhan Joensen 90), Aron Clementsen (Símun Sólheim 57), Kári Hvannastein (Bjarni Brimsen 57), Tóri Rasmussen og Hjans Jákup Annfinsson

Óbrúktur eykaleikari: Roðar Heðinsson

Venjari: Allan Dybczak

Dómari: Bjarki Danielsen
Hjálpardómarar: Jónleif Fredriksen og Emil Sørensen