KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Ein ovurfegin Símun Samuelsen :-) Mynd: Rakul Hansen/HB.

Vit tóku alt í spennandi oddadysti

1. lið26-04-2013 - Helgi Nielsen

Effodeildin, 7. umfar: KÍ - HB 3-4

Tað gjørdist ein sannur toppgysari í Klaksvík í kvøld, tá okkara vitjaðu KÍ. Klaksvíkingar vóru á odda bæði 2-0 og 3-2, men báðu ferðirnar stríddu okkara seg innaftur í dystin, og móti dystarenda settu vit trumf á og skoraðu tvey skjót mál til 3-4, sum gjørdist endaliga úrslitið.


Heimasíðan hevði ikki møguleika at vera í Klaksvík í gjár, men vit hava fingið hesa dystarfrásøgnina frá góðum heimildarfólki.

Lagt var upp til stórdyst í Klaksvík sjálvan Flaggdagin millum risarnar í føroyskum fótbólti, og lat tað verða sagt beinavegin, at talan bleiv um ein í allar mátar spennandi og undirhaldandi dyst.
HB-stuðlar høvdu skipað fyri busstúri norður og ikki minni ein tveir fullsettir bussar við trúgvum áskoðarum fóru norður til Klaksvíkar, umframt hópin av privatbilum. Stuttligt at síggja so stóran stuðul á útivølli.

Dysturin byrjaði væl fyri okkara lið, og vóru vit greitt omaná tað fyrsta korterið. Fekk noterað mær 5 støður har okkara menn vóru væl fyri í álopið, meðan KÍ-arnir høvdu sera ilt við at fóta sær hetta fyrsta korterið. Í 13. minutti eru KÍ-arnir fyri fyrstu ferð inni í HB-brotsteiginum, har teir fáa eitt hornaspark, sum ikki gevur nakað úrslit.

Tí var tað sum at fáa
vátan vøttin, tá KÍ í 18. minutti kemur til fyrsta málkjansin, og so stóð 1-0. Púra ímóti spælinum higartil. Men málið, sum Hjalgrím Eltør skoraði, feilti avgjørt onki. Eitt flott mál. Longu 2 minuttir seinri skuldi staðið á jøvnum aftur, eftir at Símun Samuelsen hevði gjørt alt forarbeiðið og skotið móti málinum. Meinhard Joensen helt ikki bóltinum, sum sprakk útfrá. Har kemur Christian rennandi, men tíverri fer skotið hjá honum uppum málið.

Í 23. minutti blívur støðan 2-0 til KÍ. Enn einferð vinna klaksvíkingar bóltin frá okkara monnum á miðjuni. Gera skjótt av í høgru síðu
, har Páll Klettskarð leggur bóltin innfyri eftir jørð. Okkara menn eru sum so uppá pláss, men Gunnar er sera óheppin at beina bóltin í egið mál ístaðin fyri til horna.

Nú var KÍ omaná eina løtu, men smátt um smátt byrjaðu okkara menn at arbeiða seg innaftur í dystin. Í 38. minutti hava okkara eitt skot móti KÍ-málinum, har Meinhard nokk roynir at verja bóltin út til horna, men har er Christian kvikur og fær fatur í bóltinum, áðrenn hann fer útum baklinjuna. Spælir stutt útfrá til bróðurin Kristin, sum lættliga setur bóltin í málið til 2-1.

Spælið bylgjaði eitt sindur aftur og fram. Í 43. minutti eru KÍ-arnir aftur í einum skjótum umstillingsspælið, eftir at okkara høvdu mist bóltin á miðjuni. Hetta endar við, at teir fáa fríspark í góðari støðu og gult kort til Alex. Heðin á Lakjuni tekur sær av frísparkinum, og endar skotið hjá honum á stongini og út. Har kundi akkurát tað sama verið 3-1 til KÍ, men longu ein minutt seinri fáa okkara menn fríspark í eini rættuliga líknandi støðu, eftir at fríspark bleiv gjørt móti Fróða. HB hevur fleiri leikarar, sum eru dugnaligir til fríspørk, og hesuferð bleiv tað Alex, sum slapp at skjóta. Gerið so væl, og so var støðan 2-2. Als ikki óuppiborið, men so skjótt kann tað ganga hvønn vegin. Stutt eftir bríkslaði Dagfinn til hálvleik.

Seinri hálvleikur byrjar við spælið aftur og fram uttan at nakað av liðunum kemur til nakran serliga málkjans. Í 57. minutti er eitt gott álop frá okkara monnum, sum endar við, at Símun leggur eina góða avlevering inn í feltið, og har kemur Heini og kastar seg fram, men skallarin fór uppum málið. Hasin hevði uppiborið betur. Nakrar minuttir seinri er KÍ í álopið og endar við skotið móti málinum. Alex kastar seg niður at blokerað og fór bólturin við síðuna av málinum og til hornaspark. KÍarnir vildu hava brotsspark, tí at bólturin kom í armin á Alex, men dómarin lætst ikki um vón.

Í 69. minutti blívur støðan 3-2 til KÍ. Fyri 3. ferð missa okkara menn bóltin á miðjuni og so gongur skjótt hinvegin. Endin er, at Ivan Joensen verður spældur fríur, og við góðum skotið setur hann bóltin í málið. Og so var aftur mótbrekka hjá okkara monnum, men rós til okkara menn. Teir góvu ongantíð upp, og skuldi tað eisini vísa seg seinri at geva úrslit.

Tá góður hálvur tími er spældur av seinra hálvleiki, hevur Bárður Olsen, sum avloysti Andrew, eitt gott skot móti málinum, sum Meinhard fekk parerað til horna. Nakrar minuttir seinri kemur Pál á vøllin fyri Kristin, og aftur hesuferð gjørdi Pál tað gott, hesuferð næstan sum eitt slag av áloypara. Í sama minutti sum Pál er komin á vøllin, skorar Símun til 3-3, og frøin var stór á stóru mannfjøldini, sum hevði leitað sær norður til Klaksvíkar. Men uppaftur størri var frøin tveir minuttir seinri, tá dagsins maður, Fróði, fekk snara sær tvær ferðir inni í brotsteiginum hjá KÍ, og fekk so skotið bóltin yvir í handara síðunet, og nú vóru vit omaná 4-3!

Síðstu minuttirnar royndu KÍ-arnir at fáa eitt útjavnandi mál, men heilt vandamikið bleiv tað ongantíð.

Dagsins dómari, Dagfinn Forná, sum dømdi væl í dag, bríkslaði fyri seinastu ferð, og sjálvandi var frøin ovurstór á okkara leikarum og viðhaldsfólkið. Vit høvdu jú verið vitni til ein av teimum heilt spennandi klassikarunum millum báðar fótbóltsrisarnar í føroyskum fótbólti. Takk fyri undirhaldið.

Hjartaliga til lukku
við sigrinum til leikarar, venjarar, liðleiðarar og okkum øll, sum sótu ella stóðu uttanfyri girðingina.

Næsti dystur á skránni er longu komandi sunnudag, og gongur leiðin hesuferð inn til Runavíkar, har NSÍ, sum tykist at hava vent vánaligu byrjanini, tekur ímóti. HB-stuðlar skipa aftur fyri bussferð til dystin móti NSÍ. Vit gleða okkum longu.

Koyr á HB!!!


HAGTØLINI


7. umfar - Hósdagin 25. apríl 2013 kl. 18.00 í Djúpumýru


KÍ - HB 3-4 (2-2)
1-0 Hjalgrím Elttør 18
2-0 Gunnar Haraldsen 23 (sm)
2-1 Kristin R. Mouritsen 38
2-2 Alex José dos Santos 42
3-2 Ivan Joensen 68
3-3 Símun Samuelsen 81
3-4 Fróði Benjaminsen 84

Liðið: 
Teitur Gestsson - Alex José dos Santos, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jógvan Rói Davidsen - Símun Samuelsen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen (liðsk.) - Kristin R. Mouritsen (Pál Mohr Joensen 81), Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum (Bárður Olsen 65)

Óbrúktir eykaleikarar: 
Hans Jørgensen, Magnus Egilsson og Tróndur Jensen
Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe
Gul kort: Alex José dos Santos
Reyð Kort: ongin
Dagsins maður: Fróði Benjaminsen

Dómari:
Dagfinn Forná
Hjálpardómarar: Edvard Højgaard og Kristian Sofus Petersen
4. dómari: Kári J. á Høvdanum


Myndir: Rakul Hansen/HB.