KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Vit lorkaðu finaluplássið av hondum

1. lið25-05-2017 - Jónfinn Petursson

Løgmanssteypið, 1/2. finala: HB – B36 2-3

Vit hava spælt okkara seinasta leiklut í ársins kapping um Løgmanssteypið. Hóast vit stóran part av seinna hálvleiki og í allari yvirtíðini vóru tveir manns fleiri enn B36, og enntá koma framum í yvirtíðini, megnaðu vit ikki at koyra tað heim.


Hóast vit ikki tíma at gera so nógv burturúr hesum sera keðiliga dystinum, mugu vit bara staðfesta at gongdin ikki er betur enn næstbest.

Ósigurin á níggju B36-leikarum í dag var sera keðiligur, og einki er at ivast í, at okkara annars altíð trúføstu viðhaldsfólk eru bæði kedd og vónbrotin.

Vit hesumegin síðulinjuna fáa ikki gjørt meira enn at rópa á okkara menn, men so vænta vit eisini ein ávísan innsats og ágrýtni afturfyri.

Reyð/svarta troyggjan hjá Havnar Bóltfelag skal ikki brúkast til stuttleikar, men tað krevur manns mót og hjarta at umboða felagið.

Men, vit mugu ikki gloyma, at vit vinna sum lið og vit tapa sum lið, og skulu vit uppaftur, mugu øll hála rætta vegin.

Sunnudagin kemur ÍF á vitjan og tá hava vit so longu møguleikan at vísa at hetta var ein svipsari sum vit skjótt mugu gloyma og koma yvir.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Løgmanssteypið, 1/2. finala, hósdagin 25. mai 2017 kl. 15.00 í Gundadali

HB – B36 2-3 (0-0) eftir longda leiktíð
0-1 Erlendur Magnusson 50’
1-1 Bartal Wardum 85’
2-1 Bartal Wardum 92’
2-2 Róaldur Jakobsen 98’
2-3 Róaldur Jakobsen 120’

Gult kort: Jógvan Rói Davidsen

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Troest Davdisen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen (Martin Bergvold 67), Levi Hanssen, Símun Samuelsen (Adrian Justinussen 74), Heðin Hansen, Rókur av Fløtum Jespersen (Tróndur Jensen 99) Aleksandar Stankov og Sebastian Pingel

Óbrúktur eykaleikarar: Mattias Lamhauge, Dánial Pauli Lervig, Heri H. Mohr og Poul Thomas Dam

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Bartal Wardum (red.)

Dómari: Dagfinn Forná
Hjálpardómarar: Edvard Højgaard og Dan Højgaard
4. dómari: Rani A. Skaalum


Myndir: Rakul Hansen