KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Víkingur tekur ímóti sunnudagin

1. lið04-08-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 17. umfari í Effodeildini: Víkingur – HB

Næsti dysturin eftir summarsteðgin verður á skránni sunnudagin, tá vit skulu á vitjan hjá Víkingi í Sarpugerði.


Føroyameistararnir taka ímóti, og gongdin hjá vertunum hevur bara verið ein veg: beint uppeftir. Higartil hava menninir hjá Bagga bara tapt ein dyst, leikt fimm javnt og vunnið tíggju.

Ikki so galið, og harafturat skulu vit leggja afturat, at fýra flottir dystir vórðu leiktir í ársins Champions League, har Víkingur avgjørt vísti tað besta, ið føroyskur fótbóltur hevur at bjóða.

Vit hava trilvað eitt sindur í seinastu dystunum. Men ólavsøkudag bragdaði aftur, tá KÍ varð sent heimaftur við ongum eftir ein rættiligan mannfólkainnsats av okkara unga og framsókna liði.

Vælvitandi at uppgávan sunnudagin verður sera torfør, er eingin ivi um, at góða úrslitið seinast hevur givið okkara trúgv uppá, at vit helst kunnu, bara vit vilja.

Tá tað er sagt, eru vertirnir sjálvandi stórfavorittar. Vit hava tó einki at tapa og kunnu tí spæla heilt frítt og vónandi fáa okkurt brúkiligt burturúr.

Livst so spyrst, og helst fer maður av húsið við Stuðlabussinum norð til Gøtur sunnudagin.


Góðan dyst og koyr á, HB !!!!


Allir dystirnir í 17. umfari eru hesir:

0608 Víkingur – HB
0608 EB/Streymur – KÍ
0608 NSÍ – TB/FCS/Royn
0608 Skála – 07 Vestur
0608 B36 - ÍF


Mynd: Rakul Hansen