KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







1. lið16-09-2017 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 22. umfar: HB – Víkingur 1-2

Hóast vit royndu alt, vit dugdu, lýgur stigatalvan ikki, og tí vann nummar eitt samamumtikið klókan sigur á nummar fimm í ársins Effodeild. Vit skulu tó ikki klaga, ættarliðsskiftið er farið í gongd, og framtíðin er spennandi.


Sjálvandi er tað ikki ókey at tapa, men í dag vóru gestirnir bara smartari enn vit, og vit einum væl hægri miðalaldri vístu teir, at royndirnar í gjøgnum eitt langt fótbóltslív ikki eru at kimsa at.

Víkingur kom framum, tá teir fingu eitt eftir okkara tykki heldur bíligt brotsspark, eftir at vit høvdu verið nakað næskir í verjustøðu. Áleypandi leikarin datt lættliga, og dómarin var eirindarleysur. Hanus Jacobsen umsetti gávuna til mál.

Bara tveir minuttir seinni var stanton aftur. Vit fingu eitt fríspark í góðari støðu nakað uttan fyri brotsteigin í høgru síðu, og Daniel Johansen gjørdi ikki mætari enn at senda bóltin beinleiðis í málið. Fyrsta málið á besta liðnum og aftur fyri bleiv hann kosin dagsins maður.

Gestirnir vóru ágrýtnir og komu í nakrar góðar støður, men vit vóru heldur ikki fyri nothing, so tað var í lagi, at støðan var javnleikur í hálvleikinum.

Liðini ansaðu eisini sera væl eftir hvørjum øðrum seinna hálvleiki, og helst var talan mest um ikki at tapa dystin. Tí fer hesin dysturin neyvan at standa fremst í minninum framyvir.

Eitt mál kom afturat, og tíverri fyri okkum vóru tað gestirnir, ið fóru avstað við øllum. Gott smáspæl í okkara brotsteigi endar við, at Adeshina Lawal sendur bóltin í málið, og so var ongin vegur aftur fyri okkara ungu menn.

Heilt móti dystarenda misti dómaratoymið tó tamarhaldið, tá rok kom í við okkara útskiftingarøki. Í besta diplomatstíli blivu gul kort tveitt til høgru og vinstru, og so var tann støðan yvirstaðin.

Víkingar kunnu fegnast um at hava vunnið trý kærkomin stig og hava sett seg fastari á fremsta plássið. Vit kunnu bara notera okkum, at vit eru ikki betur enn stigatalvan sigur, men halda vit áfram við hesum fólkinum, fer framtíðin helst at síggja spennandi út.


KOYR Á, HB!!!!
 


HAGTØLINI

Effodeildin, 22. umfar leygardagin 16. september 2017 kl. 15.00 í Gundadali

HB – Víkingur 1-2 (1-1)
0-1 Hanus Jacobsen 36’ (br.)
1-1 Daniel Johansen 38’
1-2 Adeshina Lawal 84’

Gult kort: Teitur M. Gestsson, Sebastian Pingel og Adrian Justinussen

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Johan Troest Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Adrian Justinussen (Símun Samuelsen 72), Rókur av Fløtum Jespersen (Hjalti K. Djurhuus 75), Tróndur Jensen, Daniel Johansen, Sebastian Pingel (Heri H. Mohr 77) og Øssur Dalbúð

Óbrúktur eykaleikarar: Bjarti V. Mørk, Hans Jákup Annfinsson, Jákup Pauli Breckmann og Aron Clementsen

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Daniel Johansen

Dómari: Alex Troleis
Hjálpardómarar: Jan Hermansen og Jørleif Djurhuus
4. dómari: Eiler Rasmussen