KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Víkingur skal venda gongdini

1. lið27-06-2013 - Jónfinn Petursson

Undan 15. umfari í Effodeildini: Víkingur – HB

Eftir eina fína byrjan við trimum sigrum í fýra møguligum, vóru vertirnir omaná og høvdu lagt seg fremst í deildini. Eftir tapið móti okkum í 6. Umfari er stígur komin í. Smátt um smátt er Víkingur dottin niður í keðiliga endan av Effodeildini.


Ikki tí, langt er ikki millum liðið í elta avgjørda toppliðið og enn er einki avgjørt. Skal vend koma í hjá Víkingi verður dysturin fríggjadagin helst ein kærkomin møguleiki. HB vitjar í Sarpugerði og tá er sum so ikki neyðugt við nakrar moralprædiku frá Jógvan Martin.

Vit fingu ein sera góðan og kærkomnan sigur á Dungasandi sunnudagin og hóast dysturin endaði við einum smølum 2-1 sigri til okkum, var onkantíð ivi um, at skuldi ein vinnari finnast, skuldi tað verða vit.

Var tann uppgávan torfør, verður dysturin fríggjakvøldið ikki minni. Vit hava tó ofta havt gott tak á vertunum og verða vit ikki dømdir av vøllinum, binda fyri og minnast til tað grundleggjandi, eiga vit at fara fegin avstað aftur úr Sarpugerði.

Hetta er seinasti dystur í fyrra helmingini av Effodeildini 2013. Pisurnar eru floygdar og summarið sendur í hægsta blóma. Stuðlabussurin koyrur norð í samband við dystin. So eingin grund er at sita eftir. Les meira um bussin á framsíðuni.

Vit gleða okkum til uppgávuna fríggjadagin og fara talsterk norð til Gøtir at stuðla okkara lið.

Koyr á, HB!!!

Allir dystirnir í 15. umfari eru hesir: 

2806 B36 – 07 Vestur
2806 ÍF – KÍ
2806 AB – NSÍ
2806 Víkingur – HB
2806 TB – EB/Streymur