KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Venjaraskifti á kvinnusíðuni

Kvinnur27-07-2017 - Jónfinn Petursson

Silva ið hevur verið høvðusvenjarin á kvinnusíðuni, hevur valt at royna nýggjar leiðir.


Hann var venjari hjá U14 og U17 gentum og var eisini høvuðsungdómsvenjari á gentusíðuni. Vit takka Silva fyri tíðina og ynskja honum alt tað besta í framtíðini.

Allan Dybczak, sum er venjari hjá besta kvinnuliðnum og 1. deild monnum tekur yvir eftir Silva. Hjá U14 kemur Allan saman við Kára Sørensen og Jacob Eli Olsen at venja okkara gentur.

Hjá U17 verður tað Allan saman við Gisla Sveinbjørnsson og øðrum hjálpara, sum kemur at taka sær av liðnum restina av árinum.

Vit vilja ynskja teimum alt tað besta í venjaraleiklutunum í Havnar Bóltfelag.