KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Vendu hóttandi ósigri

1. deild menn03-08-2013 - Jónfinn Petursson

1. deild, 18. umfar: KÍ – HB 2-4 (2-0)

Næsta lið okkara byrjaði aftur eftir summarsteðgin við Djúpumýrar í Klaksvík. Hóast vertirnir vóru omaná í fyrra hálvleiki og vóru frammanfyri við tveimum, bardu vit okkum inn aftur í dystin og vendu hóttandi ósigrinum til góðan og trivaligan sigur.


KÍ kom framum við tveimum málum innan fyri fýra minuttir nakað eftir halva tíman, tá Jósup Henriksen skoraði tvær ferðir. Leiðslan var sum so í lagi, og vertirnir vóru omaná fyrstu løtuna.

Pætur Jørgensen hevði ein møguleika áðrenn fyrsta málið, eins og KÍ eisini hevði eitt skot, ið fór framvið okkara máli.

Tíggju minuttir inni í seinna hálvleiki vendu vit gongdini. Magnus Egilsson minkaðu um munin við góðum frísparki beint uttanfyri brotsteigin. Beint eftir tímaslagið javnaði Tróndur Jensen við einum kalkuleraðum skotið dygst úti við stongina.

Pætur Jørgensen legði okkum framum tá bara tveir minuttir vóru eftir. Magnus sendi ein góðan bólt, ið Pætur tók sær væl av og sendi í málið.

Seinasta málið átti Tróndur. Hann rak allan vegin til baklinjuna fyri síðan at servera bóltin fyri føturnar hjá Óla Arge, ið ótarnaður sendi bóltin í málið og okkum á sigurskós.

Vit vendu við hesum avrikinum hóttafallið til okkara fyrimun, og við hesum hava vit staðfest at okkara 1. deildarlið koyrur við somu styrki sum fyri summarsteðgin.

Vit fegnast og ynskja hjartaliga til lukku við góða sigrinum og flotta avrikinum.


KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI

1. deild, 18. umfar: leygardagin 3. august 2013 kl. 15.00 við Djúpumýrar

KÍ – HB 2-4 (2-0)
1-0 Jósup Henriksen 34’
2-0 Jósup Henriksen 37’
2-1 Magnus Egilsson 58’
2-2 Tróndur Jensen 63’
2-3 Pætur T. Jørgensen 89’
2-4 Óli Arge 92’

Liðið: Eli Nolsøe Leifsson – Ólavur í Ólavsstovu, Óli Arge, Magnus Egilsson, Tróndur Jensen, Róin av Fløtum (Tóri Rasmussen 86), Pætur T. Jørgensen (Markus J. Guðmundsson 90), Sverri Mohr Mortensen, Jákup Slættalíð, Bárður Mittelstein og Sørin N. Samuelsen (liðsk.)

Óbrúktur eykaleikarar: Símun Eliasen

Venjari: Frankie Jensen
Hjálparvenjari: Símun Eliasen