KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Vágamenn vilja eisini spæla við

1. lið18-08-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 19. umfari í Effodeildini: HB – 07 Vestur

Sunnudagin verður aftur dystur í Gundadali. Vágamenn, ið liggja heldur tungt í vatnskorpuni fyri tíðina, koma á vitjan.


Síðani avsmurningin móti NSÍ og tepra tapið fyri B36 hava vágamenn vunnið móti Skála og spælt javnt móti sundalagsmonnum.

Serliga at koma afturíaftur eftir at hava verið aftan fyri við teimum sunnudagin eigur at kennast sum ein hálvur sigur.

Men heilt ókeypis var tað ikki. Bæði Ken Fagerberg og venjarin, Trygvi Mortensen, blivu riknir av vøllinum og verða tí ikki við í Gundadali.

Í skrivandi stund eru vágamenn fimm stig frá at bjarga sær yvirliving í deildini, so helst verður lagt nógv fyri, tá teir koma á vitjan sunnudagin.

Vit vunnu aftur, tá NSÍ vitjaði leygardagin. Ein greiður og væl uppiborin 4-1 sigur sigur tó ikki alla søguna, og helst kundu vit havt skorað enn fleiri mál.

Síðan tapið við Margáir hava vit bara vunnið, og serliga mátin vit hava greitt sigrarnar vísur, at okkara, avgjørt hava fingið fatur í rætta endanum.

Góður stríðsandi og frálíkur vilji at gera hvønn annan betur, og hugur at berjast um hvønn tann einasta bólt hevur verið dagligi kosturin seinastu dystirnar. Halda vit á við hesum, eiga vit eisini at fara nøgd úr Gundadali komandi sunnudag.

Vit gleða okkum almikið til dystin, sum verður leiktur kl. 15.00, og ynskja øllum hjartaliga vælkomnum í Gundadal, okkara leikvøll.


Góðan dyst og koyr á, HB!!!!


Allir dystirnir í 19. umfari eru hesir:

1908 Skála – KÍ
2008 HB – 07 Vestur
2008 Víkingur – B36
2008 TB/FCS/Royn – ÍF
NSÍ – EB/Streymur

Harumframt
1608 B36 – NSÍ  2-0
Hesin er úr 20. umfari og er framskundaður vegna steypafinaluna.


Mynd: Rakul Hansen