KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Vælkoyrandi sundalagsmenn taka ímóti

1. lið31-05-2013 - Jónfinn Petursson

Undan 12. umfari í Effodeildini: EB/Streymur – HB

Sundalagsmenn taka ímóti sunnudagin, tá 12. umfar í Effodeildini er á skránni. Okkara banamenn í kappingini um Løgmanssteypið hava smátt um smátt fingið gongd í maskinuna aftur.


Eftir eina sera trilvandi byrjan, hava vertirnir dustað av onkra gamla kempu, og loksins sær út til at líkjast aftur. Seinasta tapið í kappingini var í sjeynda umfari, tá NSÍ vann 2-0

Nú gongur betur hjá Rúna og Meinhardt, og javnleikurin móti KÍ fyrr í vikuni í Løgmanssteypinum vísur greitt, at EB/Streymur hevur funnið á slóðina aftur.

Vit liggja væl plantaðir á fremsta plássi uttan at hava tapt í ársins landskapping. Spælið hevur eisini verið á sera góðari leið, og botnstøðið tykist høgt.

Skulu vit halda hesa góðu gongdina koyrandi, mugu vit enn sum áður hava tunguna mitt í munninum og halda okkum til kósina, ið venjarar okkara stinga út í kortið.

Uppgávan sunnudagin er torfør, snøgt sagt tí vit sum oftast hava tað trupult við Margáir. Vit gleða okkum tó almikið til dystin, og vónandi fara fleiri at nýta høvið at koma við norð.

Koyr á, HB!!!

Allir dystirnir í 13. umfari eru hesir:

0106 KÍ – B36
0206 NSÍ – TB
0206 07 Vestur – ÍF
0206 EB/Streymur – HB
0206 AB - Víkingur