KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
HB - 07 Vestur
29. apríl kl. 18.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Úr leikskránni: Eitt ungt lið anno 2016

1. lið12-03-2016 - Finnbogi Arge

Tað er breið semja millum viðmerkjarar og serkønar um, at HB í besta føri endar á einum fjórða ella fimta plássi í ár - aftanfyri B36, Víking og NSÍ og kanska eisini aftanfyri KÍ.


Tí var tað sera hugaligt at uppliva, at unga manningin fekk eina dreymabyrjan í síðstu viku og sigraði á útivølli móti NSÍ. Miðalaldurin hjá okkum var bert 22 ár.

Við Løkin var eingin Andrew av Fløtum, Rógvi Holm, Alex Santos, Gunnar Haraldsen, Levi Hanssen, Fróði Benjaminsen ella Arnbjørn Hansen á vøllinum.

Tíbetur eru fleiri av okkara komnir heim aftur: Magnus Egilsson og Tróndur Jensen úr AB, Jákup Finsson Hansen úr 07 Vestur og Ári Mohr Jónsson úr Silkeborg.

Harafturat hevur Ari Mohr Olsen skift eitt deilt leikaraloyvi í B71 og HB um við eitt reint HB-leikaraloyvi.

Nýggjur styrkur er eisini komin við tveimum útisetum: Símin Hansen og Øssur Dalbúð, og so er málverjin, Niklas Thomsen, komin úr AB.

Venjaratoymið er eisini merkt av broytingum: Jan C. Dam er nýggjur høvuðsvenjari, Albert Ellefsen nýggjur hjálparvenjari , Heðin Weihe nýggjur liðleiðari og Uni Nielsen nýggjur liðhjálpari.

Í dag er so fyrsti heimadystur á skránni, og tað verður móti Víkingi, sum hevur boðað greitt frá, at teir ætla sær at gerast føroyameistarar í ár. Miðalaldurin hjá teimum nærkast 30, so teir kenna ivaleyst á sær, at tíðin styttist, og FM má vinnast nú.

Víkingar verða ivaleyst tungir at syfta, men vit fara við góðum treysti til dystin í vónini um, at ungu talentini aftur fremja mansverk.

Nevndin í HB ynskir øllum eitt gott kappingarár og vónar, at nógv viðhaldsfólk fara at stuðla unga liðnum longur fram á leið.

Hjartaliga vælkomin til dyst í Gundadali øll somul.