KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Úr leikskránni HB - FC Suðuroy: Nýtt graslíki á Ovara vølli

Ymiskt28-07-2015 - Helgi Nielsen

Nógvir leikarar hava gramt seg um slitna graslíkið á ovara vølli seinnu árini, men loksins er graslíkið skift, og nú er Ovari vøllur aftur sum nýggjur.


Tað eru annars góð tvey ár síðani, at UEFA vendi tummilin niður, tá tey kannaðu Ovara vøll undan Evropa Cup luttøkuni hjá føroysku liðunum í 2013. Vøllurin leyk ikki longur FIFA Star 2 góðskukrøvini til atljóða dystir á graslíki, og tí hava vit seinastu trý kappingarárini verið noyddir at leikt okkara altjóða dystir á Tórsvølli, heldur enn á heimavøllinum í Gundadali.

Ætlanin hjá kommununi var at skifta vøllin í summarsteðginum í fjør, men av onkrari orsøk hendi hetta so ikki fyrr enn í summarsteðginum í ár. Seinastu vikurnar hava teir frá Polytan arbeitt við at skifta vøllin, t.e. sjálvt graslíkið. Einki er gjørt við undirlagið, tí tað er, sum tað skal vera. Okkurt frá gamla vøllinum verður endurnýtt – m.a. gummikúlurnar vóru støvsúgvaðar úr vøllinum og eru nýttar aftur í hesum vøllinum. Tað sparir kommununi nakað av peningi.

Arbeiðið at skifta máttuna hevur gingið væl hjá teimum. Hóast vit onnur hava hug at ilskast inn á summarið – ella mangul uppá sama – so hava teir fingið arbeitt mest sum hvønn dag, so tað hevur helst verið á einari leið. Í skrivandi stund sær tað út, sum um bara smálutirnir mangla.

Gamla graslíkið hevur annars ligið á í 7-8 ár, so tað er einki at siga til, at tað var niðurslitið, tá hugsað verður um stóru nýtsluna av vøllinum. Givið er tí, at skal FIFA Star 2 góðkenningin varðveitast á Ovara vølli, so er helst neyðugt at skifta vøllin nakað títtari, tí trýstið á vøllin er so stórt.

Leikararnir og vit onnur sum elska at koma í Gundadal til dyst, gleðast um nýggja vøllin og síggja fram til nógvar góðar dystir á einum fyrsta flokks vølli. Ikki minst gleða vit okkum til aftur at sleppa at síggja HB spæla Evropa Cup dystir á Ovara vølli, har vit hoyra heima.

Ikki fyri at taka nakað frá Tórsvølli, nú hann veruliga byrjar at taka skap, men tað er altso við Ovara vøll, vit vilja leika okkara dystir. Einasta undantakið er nokk steypafinalan, sum vit gott kunnu góðtaka at spæla á Tórsvølli – um vit sleppa.

Góða ólavsøku og góðan dyst.