KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Umráðandi sigur við Stórá

1. deild menn22-06-2013 - Jónfinn Petursson

1. deild, 16. umfar: TB - HB 0-2 (0-1)

Við málum av Páll Holm Jacobsen og Jákup Slættalíð kunnu vit fegnast um enn ein sigur til 1. deildarlið okkara.


Beint fyri hálvleik legði Páll Holm Jacobsen okkum framum, meðan Jákup Slættalíð við málið beint eftir tímaslagið, staðfesti 11. sigur okkara í næstbestu deildini.

Tá so toftamenn samstundis vóru við undirlutan móti KÍ á Svangaskarði, øktu við um munin í oddinum.

Vit fegnast almikið um góðu gongdina og frálíka sigurin hjá okkara frálíka 1. deildarliði.


Hagtølini:

1. deild, 16. umfar leygadagin 22. juni 2013 kl. 15.00 við Stórá: 

TB - HB 0-2 (0-1) 
0-1 Páll Holm Jacobsen 45
0-2 Jákup Slættalíð 63

Liðið: Hans Jørgensen - Kári Nielsen, Pál Mohr Joensen, Dávid R. Nolsøe (Jónas Haraldsen 80), Eyðun H. Højgaard, Kári Hvannastein, Magnus Egilsson, Páll Holm Jacobsen (Bárður Mittelstein 49), Jákup Slættalíð, Jógvan A. Skeel Nolsøe (Jóannes Iversen 64), Sørin N. Samuelsen (liðsk.)

Óbrúkur eykaleikari: Frankie Jensen

Venjari: Frankie Jensen
Hjálparvenjari: Símun Eliasen