KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







U18 í steypafinaluni

U18 Dreingir20-06-2017 - Jónfinn Petursson

U18 dreingir: Víkingur – HB 1-2

Fjórða árið á rað hava okkara U18-dreingir megnað at spælt seg í steypafinaluna. Undanfarnu trý árini hava vit vunnið tvær og tapt eina finalu.


Hálvfinalan móti Víkingini varð spæld i Leirvík, og vertirnir løgdu betur fyri og komu framum við máli, sum Fannhard Skoradal fekk, fimm minuttir eftir hálva tíman. Henda støðan helst sær eisini til hálvleiks.

Okkara bjargari gjørdist tó Leivur Guttesen, sum við tveimum málum í seinna hálvleiki sendi okkum í finaluna.

Tað fyrra skoraði hann beint á tímaslagnum, meðan sigursmálið kom ellivu minuttir seinni. Vit hesum hava okkara ungu menn greitt setningin og spælt seg í steypafinaluna.

Hetta er fjórða árið á rað, at U18-lið okkara er í finaluni, og allar ferðirnar hevur mótstøðuliðið verið NSÍ. Í 2014 og 2015 vunnu vit, meðan NSÍ var drúgvari í fjør. Finalan verður spæld á Tórsvølli 26. august.

Myndir, ið Turið Láadal Sejersdóttir hevur tikið frá dysitnum, kunnu síggjast her.


KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI

U18 dreingir, ½ finala: mánadagin 19. juni 2017 kl. 18.30 uppi á Brekku

Víkingur – HB 1-2 (1-0)
1-0 Fannhard Skoradal 35’
1-1 Leivur Guttesen 60’
1-2 Leivur Guttesen 71’

Gult kort: Jákup Pauli Breckmann, Leivur Guttesen og Hans Jákup Annfinsson

Liðið: Bjarti V. Mørk – Bjarni Brimnes, Jógvan Petersen, Hans Jákup Annfinsson, Daniel Johansen, Vernar Olsen, Jákup Pauli Breckmann, Símun Sólheim, Jóhan Joensen (liðsk), Hjalti K. Djurhuus og Leivur Guttensen

Eykaleikarar: Martin Dam, Aksel Olsen og Hans Sejer Tummasarson (Frí útskifting er hjá U18 dreingjum).

Venjari: Jan C. Dam

Dómari: Bjarti Danielsen
Hjálpardómarar: Jóannes Mikkelsen og Petur Páll Hentze


Myndir: Turið Láadal Sejersdóttir