KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
HB - 07 Vestur
29. apríl kl. 18.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







U18-dreingir vitja venjing hjá U12-dreingjum

U12 Dreingir06-04-2015 - Jónfinn Petursson

Erling Dalsgaard og Allan Dybczak, venjarar hjá U12-dreingjum, høvdu í dag fína venjing við dreingjunum. At hjálpa og motivera høvdu teir fingið Tóka, Hans Jákup, Pætur, Hjalta og Hera frá U18-dreingjum.


Teir 16 U12-dreingirnir vóru sera hugagóðir, og tað sama vóru okkara U18-leikarar. Fyrst vórur nøkur øvilisi koyrd í gjøgnum, og fína venjingin endaði við einum dysti.

U12-leikararnir í morgun vóru hesir: Helgi, Rói, Marius, Bjartur, Markus, Brian, Suni, Eliesar, Dánial, Hjalti, Sjúrður, Bjarni, Andrias, Magnus, Rókur og Rógvi.

Vit takka fyri góðu søguna við øllum teimum fínu myndunum. Samstundis vilja vit minna øll á: leikarar, leiðarar, avvarandi og øll hini eisini, at tit altíð eru hjartaliga vælkomin at senda okkum stuttligar, spennandi ella bara onkra søgu, tit kundu hugsa tykkum, at vit tóku við á síðuna.


Myndir: Erling Dalsgaard