KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

U18 dreingir silvurgreipuna

U18 Dreingir09-10-2016 - Jónfinn Petursson

U18 dreingir: HB – AB 3-1

Endaspælið hjá U18 dreingjum endaði í dag, og hóast okkara dreingir ikki rukku heilt upp, staðfestu vit við góðum sigri á AB, at vit eru næstbestir í deildini.


Akkurát sum í steypakappingini var bara NSÍ ið kundi standa okkum kurl, og fyri so vítt er hetta eitt gott og góðkent avrik av okkara unga U18 liði.

Annars legði Símun Sólheim fyri við málskjótingini beint fyri fyri halva tíman. Tveir minuttir seinni økti Martin Dam til hálvleiksstøðuna 2-0 til okkum.

Adrian Justinussen sum hevur verið ein brandur aftur í ár, punkteraði dystin tá bara tveir minttir vóru leiktir av seinna hálvleiki og skoraði til 3-0.

Teitur Olsen slapp, beint fyri leiklok, at prýða um úrslitið. Tí vunnu vit ein góðan sigur á AB í Gundadali í dag og kundu lata okkum heiðra við silvurkrónunum.

Hjartaliga til lukku til tykkum øll i og rundanum 18 dreingja liðið hjá okkum. Eisini skulu vit nevna, at Allan Dybczak og Jan Mølvad Laursen hava verið venjarar hjá U18 dreingjum í ár.


KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI

U18 dreingir, 10. umfar: sunnudagin 9. oktober 2016 kl. 13.00 í Gundadali

HB – AB 3-1 (2-0)
1-0 Símun Sólheim 27’
2-0 Martin Dam 29’
3-0 Adrian Justinussen 47’
3-1 Teitur Olsen 88’

Liðið: Mattias Lamhauge – Jóhan Joensen, Bjarni Brimnes, Tróndur Mikkelsen, Hanus Sørensen, Símun Sólheim, Adrian Justinussen (liðsk.), Ari Mohr Olsen, Jógvan Petersen, Martin Dam og Andrias Mikkelsen

Eykaleikarar: Daniel Johansen, Petur Ovi Dam, Tóki Rasmussen og Rói Jacobsen (Frí útskifting er hjá U18 dreingjum).

Venjari: Allan Dybczak

Dómari: Janus Fossdalsá
Hjálpardómarar: Dánjal Eli West og Jógvan Breckman


Myndir: Turið Láadal Sejersdóttir. Fleiri myndir kunnu síggjast á hennara facebokk vanga.