KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







U18 dreingir sannførandi sigur

Dreingir06-05-2013 - Jónfinn Petursson

U18 dreingir: HB - EB/Streymur/Skála 8-4 (3-2)

Okkara U18 dreingir hava havt eina blandaða byrjan uppá kappingina í ár. Eitt av hvørjum er tað blivið til higartil. Mánakvøldið bragdaði tað tó í stóran stíl, tá samanlagdað liðið EB/Streymur/Skála kom á vitjan.

Hóast vit høvdu stýr á tí, vóru tað gestirnir sum komu framum. Jóhannes Hansen skoraði tvær innanfyri ein minutt til 0-2.

Vit minkaðu tó skjótt um munin, og tá Jákup L. Thomsen á hálva tímanum javnaði, hevði hann eisini skotið tvey mál.

Vit trumlaðu víðari, og Teit Jacobsen skoraði í 34. og 57. minutti. Á tímaslagnum minkaði Teitur K. Johannesen um munin, men løtu seinni økti Jákup L. Thomsen aftur um støðuna.

Lukas Sólheim skoraði fyri gestirnar, tá tíggju minnuttir vóru eftir, men aftur vóru vit eirindaleysir og øktu aftur um munin.

Fyrst var Aron Clementsen klárur, og síðani setti Jákup L. Thomsen sítt fjórða inn, og tí endaði dysturin 8-4 til okkkara unga U18 dreingjalið.

Flott avrik og hjartaliga til lukku við góða sigrinum.