KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







U17 gentur og 2. deild kvinnur sannførandi

2. deild kvinnur11-06-2013 - Jónfinn Petursson

Gentur U17: MB - HB 0-5

Okkara kvinnur koyra á við somu øði sum áður. Mánakvøldið vóru U17 gentur í Miðvági og fríggjakvøldið leikti næsta kvinnulið okkara móti B36. Í báðum førum komu vit sigrandi út úr hesum uppgávum.


U17 gentur leiktu mánakvøldið móti MB í Miðvági. Úrslitið var 5-0 til okkara gentur. Rebekka Benbakuora gjørdi hattrikk, meðan Milja R. Simonsen og Marjun undir Kletti skutu hvør sítt mál.

Genturnar liggja fremstar í kappingini við fullum stiga tali og eini málúrtøku uppá + 25.

Tær ið leiktu mánadagin vóru: Marjun undir Kletti, Milja R. Simonsen, Bára Brekká, Rannvá Mortensen, Lív F. Arge, Hildur Egilsdóttir, Annika Dam, Rebekka Benbakoura, Rebekka Múller, Sólrun Thomsen, Kristina Jacobsen og Anja Petersen.

2. deild kvinnur: HB - B36 4-0

Næst besta kvinnuliðið var í eldinum fríggjakvøldið í dysti móti grannunum sum upprunaliga skuldi leikast sunnudagin.


Okkara kvinnur vóru greitt omaná og vunnu ein sannførandi 4-0 sigur. Elin Maria Isaksen skoraði tvey mál, meðan Milja R. Simonsen og Anitha Mortensen skoraðu hvør sítt.

Kvinnurnar liggja fremstar í kappingini í 2. deild við fullum stigatali, 27 stig og eini málúrtøku uppá pluss 39 mál.

Tær ið leiktu fríggjakvøldið vóru hesar: Nina Davidsen, Marita Johannesen, Marjun undir Kletti, Anitha Mortensen, Milja R. Simonsen, Bára Brekká, Eilin Hansen, Elin Maria Isaksen, Annika Dam, Bjørt Magnussen, Ester Petersen og Ása úr Dímun.

Vit fegnast um góðu gondina hjá U17 og kvinnunum sum heilt og hjartaliga til lukku við frálíku sigrunum.