KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd Rakul Hansen/hb.fo

U17 gentur lidnar í steypakappingini

Gentur02-06-2013 - Helgi Nielsen

Heldur óvæntað vórðu U 17 gentur okkara, sum liggja fremstar í landskappingini og hava víst góðar taktir higartil, útslignar í steypakappingini av Víkingi leygardagin á niðara vølli.

Okkara komu afturum 3-1 aftaná ein katastrofalan fyrra hálvleik. Longu í øðrum minutti kom bóltur innfyri frá høgru, og har slapp Anna Mari Toftegaard hjá Víkingi ótarnað at skalla bóltin í netið.

Sjey minuttir seinni kom bóltur innfyri frá Hjørdis Rasmussardóttir. Okkara málverjin tveitti seg út at steðga bóltinum, men bólturin endaði í netinum.

Triðja málið var eitt flott langskot frá Jensu Olsen, sum gjørdi sítt til, at Víkingur heldur leiðina fram í steypkappingini.

Stutt fyri hálvleik sendir Rebekka Benbakoura ein rennibólt til Milju Simonsen, sum minkaði til hálvleiksstøðuna 2-1.

Seinna hálvleik átti HB. Milja fekk ein góðan møguleika aftaná 10 minuttir, men málverjin hjá Víkingi bjargaði bóltinum.

Lív F. Arge sendi eitt beinleiðis fríspark úti við stongina, men eisini hesa royndina fekk málverjin hjá Víkingi steðgað.

Tá umleið eitt korter var eftir at leika, sneiddi sama Lív tveir leikarar av einar 20 metrar frá málinum og buldraði eitt vakurt langskot upp í handara horn til 3-2.

Hóast HB pressaði á, kom einki mál afturat í dystinum, og við hesum er U17 steypavinnarin í 2012 útsligin.