KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Arkivmynd (Rakul Hansen/HB).

U17 gentur sigraðu stórt móti sandoyingum

Gentur27-04-2013 - Helgi Nielsen

U17 gentur: HB - B71 12-1

Endiliga kom landskappingin hjá okkara U17 gentuliðið í gongd, og tað við maner. Vit tóku í móti sandoyargentum í Gundadali, og endaliga úrslitið bleiv ein trivaligur 12-1 sigur.


Sigast skal, at okkara lið var sera skert til hendan dystin, av tí at Hildur og Marjun eru staddar uttanlands, og útyvir tær, vóru tríggir leikarar burturstaddir. Hóast hesu mongu avboðini, so var eingin slingur í valsinum. Aðrir leikarar traðkaðu til, og var tað hugaligt at síggja, at HB eigur so nógvar ungar evnaríkar leikarar. Eitt nú var hetta fyrsti dystur hjá Rebekku Benbakouru á okkara U17-liðið, og hóast hon enn hevur aldur til U14 gentur, so vísti hon, at hon er klár til meira enn tað. Hon gjørdist toppskjútti við heili 5 málum, sera flott Rebekka!

Úrslitið er kanska eitt sindur einvegis, men tó vóru ljóspunkt at hóma á unga B71-liðnum. Har eru fleiri leikarar, sum hava roynt seg á U17-landsliðnum, og aðrir sum veruliga vísa góðar dygdir og kvikleika. Breiddin er kanska tað størri í HB í løtuni, men tað skal ikki takast frá B71, at tær leiktu heilt væl til tíðir. Vit takka B71 fyri ein góðan dyst og gleða okkum at vitja Sandoynna seinni í ár.

Næsti dystur hjá okkum er 4. mai, tá vit taka í móti EBS/Skála í Gundadali. EBS/Skála verður roknað sum ein kandidatur til FM heitið í kappingini í ár, so tá koma vit at standa okkara fyrstu roynd. Vónandi verður tað enn ein góður HB-dagur!

Málskjúttar: Rebekka Benbakoura 5 mál, Lív Arge 4 mál og Milja Simonsen 3 mál.