KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







HBarar við U17 gentulandsliðnum í Wales

Landslið19-04-2013 - Jónfinn Petursson

U17 Gentur minikapping í Wales: Ísland - Føroyar 2-2

Í seinasta dystinum í mini-kappingini í Wales, eydnaðist tað føroyska U17-landsliðnum við gentum at spæla javnleik 2-2 móti Íslandi.


Eftir at hava tapt fyri Norðurírlandi og Wales skuldu føroysku genturnar í dag royna seg ímóti Íslandi, sum varð mett at hava sterkasta liðið í kappingini.

Men hóast keðiligu gongdina hjá okkum higartil í kappingini, megnaðu vit at fáa ein flottan javnleik móti stórisystur fyri norðan.

Lív F. Arge legði fyri við at senda fríspark beinleiðis í málið. Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, endar eitt annað fríspark frá Lív hjá Milju R. Simonsen, sum stingur bóltin víðari til Guðrið Thomsen, ið hegnisliga setir bóltin  í netið til 2-0 .

Beint áðrenn liðini fóru at hvíla seg minkaði Ísland um munin, og tá átta minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, javnaðu íslendsku genturnar til 2-2.

Fleiri mál komu ikki, og tað má metast sum ein verulig uppreisn fyri føroysku genturnar, at tær megnaðu at spæla javnleik ímóti Íslandi eftir keðiligu tapini í fyrstu dystunum.

Vit kunnu gleðast um, at Annika Dam var ein brandur í málinum, og at bæði Milja R. Simonsen og Lív F. Arge spældu allan dystin. Og hóast úrslitið í kappingini saktans kundi verið betri, er hetta fínur møguleiki hjá okkara ungu kvinnuligu leikarum at fáa seg royndar á altjóða pallinum. Flott avrik og hjartaliga til lukku ynskja vit.

Ísland - Føroyar 2-2
0-1: Lív F. Arge, 12. min.
0-2: Guðrið Thomsen, 23. min.
1-2: Sara Skaptadóttir 39. min.
2-2: Hulda Ósk Jónsdóttir 48. min.

Føroyar:
1. Annika Dam (GK), 5. Kára Djurhuus, 6. Elisabeth Vang, 7. Milja R. Simonsen, 8. Silja R. Róin, 9. Ása á Reynatúgvu (2. Jansy Jacobsen, 77. min.), 11. Hervør Olsen (14. Jónvá Hentze, 80. min.), 12. Lív F. Arge (Cap.), 13. Guðrið Thomsen, 17. Arnborg Lervig og 18. Durita Hummeland.

Á beinkinum: 16. Annika M. Arge (GK), 3. Gudny Johannesen, 4. Bjørt Holm, 10. Hjørdis Rasmusardóttir, og 15. Sigrun T. Magnussen.

Venjarar: Jón Pauli Olsen og Bára Skaale Klakstein.