KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







HB Dreingir U16 steypavinnarar 2013. Framman frá vinstru: Martin, Adrian, Heri, Teitur, Jákup Pauli, Petur, Fríði, Hjalti og Dánjal. Aftan frá vinstru: Milan (venjari), Heini R., Teit, Bartal, Torkil, Heini V., Jákup, Hilmar Leon, Jóan Petur, Jónas og Jón (venjari).

U16 Dreingir hjá HB eisini steypavinnarar 2013

Dreingir24-08-2013 - Helgi Nielsen

Hóast okkara vóru greitt omaná í fyrra hálvleiki, eydnaðist tað hjá NSÍ at venda øllum á høvdið í seinna hálvleiki. Vit fingu tó tryggja okkum longda leiktíð í seinastu sekundunum av dystinum, og har settu okkara trumf á og avgjørdu dystin. Sostatt fekk HB fult í steypafinalunum í dag.

Okkara vóru favorittar undan dystinum, og á vøllinum var heldur eingin ivi um, hvør var betra liðið í fyrra hálvleiki. Vit sótu fullkomuliga á dystinum og høvdu nógvar málmøguleikar, men tað skuldu ganga 23 minuttir, áðrenn hol kom á. Gott samanspæl millum Hera, Adrian, Teit og Jákup endar við at Jákup setir bóltin trygt í kassan til 1-0.

Henda støðan helt sær tó bara nakrar minuttir, tá NSÍ fær fríspark beint uttanfyri brotsteigarmarkið hjá HB. Meinhard setti frísparkið trygt í netið til 1-1. Hetta var fyrsta ferðin, NSÍ var nær HB málinum, men okkara hildu tó áfram at trýsta og komu til nógvar møguleikar. Ikki minni enn 3 ferðir raktu okkara træverkið næstu minuttirnar. Fyrst skallaði Bartal á tvørstongina aftaná horna, og síðan hevði sera vælupplagdi Adrian fyrst eitt skot á stongina og síðan eitt á tvørstongina.

Málið tóktist nærmast gandað, men beint fyri hálvleik fingu vit tó aftur mál. Hesuferð var tað Hilmar Leon, sum var fyrstur á einum leysum bólti, sum hann smekkaði trygt í kassan. Hálvleiksstøðan var sostatt 2-1 til HB, men vit áttu at havt fingið fleiri mál burturúr møguleikunum.

Okkara hildu áfram við góða spælinum í byrjanini av seinna hálvleiki, og tá 47 minuttir eru leiktir skallar Bartal bóltin í málið til 3-1. Eftir hetta byrjaðu NSÍ at fáa meira tak á dystinum, og í 53. minutti fáa teir minka um munin eftir eina deyðbóltsstøðu. Okkara mistu nú fullkomuliga takið, og í 64. minutti skorar NSÍ aftur eftir deyðbólt. 3 minuttir fyri dystarlok er aftur galið eftir deyðbóltsstøðu, og NSÍ skorar til 3-4 og eru á sigurskós.

Skuldu vit hava nakran møguleika at koma afturí aftur, mátti nógv leggjast fyri seinastu løtuna. Í seinasta minutti fáa vit so fríspark miðskeiðis á NSÍ hálvuni. Alt verður sent fram, og tá bólturin dettur niður í NSÍ brotsteigin, er Jákup fyrstur á og javnar til 4-4, soleiðis at dysturin fór í longda leiktíð.

Her tóktust okkara hava meira orku enn runavíkingar, tí nú sótu vit aftur á dystinum. Í 6. minutti av longu leiktíðini kempar Adrian væl og megnar - hóast fleiri NSÍ'arar royndu at stegða honum - bæði at reka seg frían og síðan senda ein góðan bólt til Teit, sum púra einsamallur við NSÍ málverjan setir bóltin trygt í netið til 5-4. Bara 2 minuttir seinni avger Bartal dystin, tá hann við dundurskotið langt úti frá, setir bóltin dygst innanfyri stongina til 6-4.

Okkara fingu onkran møguleika afturat, men fingu ikki fleiri mál. NSÍ fekk ein góðan møguleika afturat beint fyri dystarlok. Eftir horna verður bólturin sendur móti HB-málinum, men Heini bjargar á strikuni. Hetta var tað seinasta sum hendi í dystinum.

Sostatt gjørdust eisini HB Dreingir U16 steypavinnarar 2013, og tryggjaðu HB fulla úrtøku úr teimum finalunum, sum høvdu HB luttóku í. 

Vit ynskja leikarum og venjarum hjartaliga tillukku við steypinum.

Koyr á, HB!


Myndir: Rakul Hansen