KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen/HB

U16 dreingirnir knógvaðu vágamonnum

Dreingir08-04-2013 - Jónfinn Petursson

U16 dreingir: HBa - 07 Vestur 5-1

Eftir eina flotta byrjan uppá landskappingina við fínum 3-0 sigri á føroyameistarunum NSÍ, skuldu okkara dreingir (HBa) aftur í eldin leygardagin.  Hesuferð var mótstøðuliðið 07 Vestur.


Myndakvinna okkara, Rakul Hansen var í Gundadali leygardagin, og myndir frá U16-dystinum (og øðrum dystum sama dag) kunnu síggjast niðast her á síðuni.

Onkrar broytingar vóru gjørdar á liðnum síðan seinast. Hilmar Leon var ikki tøkur, og Heini Viðoy hevði ein skaða at dragast við.

Teir ið byrjaðu vóru: Petur, Dánjal, Pætur, Jóan Petur, Jónas, Bartal, Jákup Pauli, Torkil, Teit, Heri, Jákup. Á beinkinum vóru: Christian, Teitur, Heini, Hjálti. Teir komu allir inn.

Dysturin var ikki meiri enn settur í gongd, tá Teit verður spældur púra leysur. Hann var eirindaleysur og gjørdi skoraði trygt. Tá vóru bara tveir minuttir leiktir.

Eftir hetta væntaðu vit, satt at siga, at hetta koyrdu vit heim, men soleiðis bleiv tað als ikki. Okkara spæl var ikki líka flótandi sum í seinasta dysti, og sera nógvir persónligir feilir vóru at síggja.

Bæði liðini komu tó fram til fleiri góðar málmøguleikar, og tá um hálvur tími var spældur, kemur Jákup Thomsen at standa væl fyri í 16 metrinum, og sum so mangar ferðir áður, setti hann bóltin í máli til 2-0

Bara fýra minuttir seinni fær 07 Vestur horna. Bólturin verður sendur væl inn fyri málið, og tíverri er Petur so óheppin at missa bóltin fyri føturnar á einum leikara hjá gestunum. Hann var skjótur at seta bóltin í málið og harvið minka um munin til 2-1

Í seinna hálvleiki sóu vit nakað av spælinum aftur frá okkara dreingjum, sum vit vita teir kunnu vísa, og tá sást klárur munur á okkum og teimum.

Beint fyri tímaslagið hava vit horna. Bólturin verður skallaður út frá í brotsteiginum. Har temur Bartal bóltin niður og við einum dundurskoti úr 20 metrum sendir hann bóltini út móti handaru stong til 3-1. Løtu seinni gerst Jákup fríur og skorar sítt næsta og okkara fjórða mál.

Nakað fyri tíð skal málverjin hjá 07vestur senda bóltin út til ein verjuleikara, men hesin var ikki heilt klárur uppá hetta. Teitur var skjótur at uppfanga hetta. Hann fær fatur í bóltinum, driblar framvið málverjanum og trillaði elegant bóltin í tóma málið til endaligu støðuna 5-1

Samanumtikið var hetta ein minni væl leiktur dystur, men okkara dreingir vístu tó klassa, og hava nú vunnið báðar dystirnar, teir hava leikt í landskappingini. Hjartaliga til lukku við frálíka sigrinum. 

Nú er steðgur í 3 vikur til næsta dyst, sum verður ímóti TB/Royn í Suðuroy. Fýra av okkara dreingjum skulu eisini við U17-landsliðnum, sum týsmorgunin fer avstað til Wales.

Teir eru: Bartal Wardum, Teit Jacobsen, Hilmar Leon og Jákup Thomsen. Vit fara her at ynskja teimun góðan túr. 


Myndir: Rakul Hansen/HB