KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







U16 Dreingir26-08-2017 - Jónfinn Petursson

U16 dreingir, steypafinalan: HB - KÍ 4-2

Okkara frálíku U16-dreingir endurvunnu, í dag, Blaðberasteypið eftir greiðan sigur á KÍ. Hóast gestirnir vóru nakað betri enn vit í fyrra hálvleiki, settu vit trumf á í seinna.


Vit komu til fyrsta møguleikan tá dagsins maður hjá heimaíðusni, Dánjal Reginsson, fór í kontra tá sjey minuttir vóru leiktir. Men, einki spurdist burtur úr ta ferðina.

Annars kom KÍ í tvinnar góðar støður, tá ellivu og tólv minuttir vóru leiktir. Fyrst royndi Óli Eyðsteinsson seg við góðum frísparki, sum Bjarti bjargaði væl. Síðani gjørdist Olaf Karstensson rættiliga leysur eftir ivasamt verjuspæl hjá okkum, men tíbetur var hann ikki neyvur og sendi bóltin við síðuna av.

Sveinur Lava Olsen var ein áhaldani hóttan móti KÍ-málinum, og tá korterið var leikt, stútaði hann eina góða langa avlevering frá Poul Kjartan uppum málmannin og í netið.

Beint eftir hálva tíman var stanton aftur. Aftur sóu vit nakað ivasamir út í verjuni, og hesa ferð var Óli Eyðsteinsson eirindaleysur, og sendi bólin í netið.

Vit komu nógv betur út til seinna hálvleik. Men áðrenn vit rættiliga komu í gongd, mátti Bjarti aftur út í fulla longd, tá Jonn Johannesen sendi eitt gott fríspark móti okkara máli.

Løtu seinni vóru vit frammanfyri. Fyrst endar trukaspæl við, at bólturin fer í málið. Vit meina, at Dánjal Regisnson hevði síðsta fótin á. Líka mikið, bólturin fór í málið.

Tá 51 minuttir vóru spældi, skoraðu vit aftur. Regin í Geil setti pannuna á eitt innbjóðandi fríspark, so vóru vit frammanfyri við tveimum.

Vit fingu eitt mál afturat. Sveinur skallaði eitt horna, sum málmaðurin hjá KÍ ikki rakk, í málið, og so var seinasti seymurin helst settur í.

KÍ fekk eitt troystimál, tá smáir fimm minuttir vóru eftir at leika. Hóast langskotið frá Ari Miné Jacobsen var gott og sat væl, eigur Bjarti helst at iðra seg um at standa nakað uttarlaga í brotsteiginum. Men ikki eitt ilt orð um okkara frálíka og djarva málmann, sum stóð ein super góðan dyst.

Okkara ungu menn hava endurvunnið Blaðberasteypið í fínum stíli, og hóast vit pipraðust eitt sindur í fyrra hálvleiki, var eingin ivi, tá alt kom til alt.

Einasta minussið í øllum rúsinum er, at helst hevur Leivur meitt sær beinið so illa, at talan møguliga er um brot. Støðan uppstóð, tá KÍ-verjuleikari í villari roynd at steðga okkara kontraálopið sparkaði Leiv niður. Har er eingin umbering, og hví dómarin bara gav gult, sum tó útloysti reyða kortið, skulu gudarnir vit. Sera ivasamt avrik má sigast.

Annars, hjartaliga tillukku við steypinum til leikarar, venjarar og øll onnur rundanum liðið.


Koyr á, HB!

 

HAGTØLINI

U16 dreingir, steypafinalan leygardagin 26. august 2017 kl. 16:00 á Tórsvølli
HB - KÍ 4-2 (1-1)

1-0 Sveinur Lava Olsen 15’
1-1 Óli Eyðsteinsson Poulsen 32’
2-1 Dánjal Reginsson 47’
3-1 Regin í Geil Jacobsen 51’
4-1 Sveinur Lava Olsen 73’
4-2 Ari Miné Jacobsen 75’

Liðið: Bjarti V. Mørk – Ovi Lútzen, Ári Arge, Leivur Fossdal Guttesen, Aksel Olsen, Petur Ovi Hjaltalin Dam, Dánjal Reginsson, Poul Kjartan Højsted Horsdal, Gilli Róason, Sveinur Lava Olsen og Regin í Geil Jacobsen

Eykaleikarar frá byrjan: Ási Dam, Tórur Franksson Joensen, Sakaris Aniano Sakarisson, Símun Sólheim og Helgi Mørkøre (flugvandi útskiftingar)

Á beinkinum: Jón Simonsen og Milan Cimburovic

Dagsins leikari: Dánjal Reginsson (red)

Gult kort: Regin í Geil Jacobsen

Dómari: Jørleif Djurhuus
Hjálpardómarar: Jón Marni Johannesen og Sámal Weihe

 

Myndir: Rakul Hansen