KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

U14 dreingir gjørdu 1. liði bragdið eftir

Dreingir27-04-2013 - Turið Láadal Sejersdóttir

U14 dreingir: KÍa - HBa 1-3

Í allar fagrasta veðri, kl. 07:30 í morgun, fóru spent foreldur við U14 leikarum til Klaksvíkar.


Tað hevur gingið væl hjá okkara dreingjum, og eru vit øll spent undan hvørjum dysti.

Dystur var á skránni kl. 10:00.

Spælið var eitt sindur upp og niður, teir spæla rímuliga væl saman, og næskir á málinum fleiri ferð í fyrra hálvleiki, men einki mál. Stutt fyri hálvleik skoraði KÍ til 1-0, ikki uppiborið, um tú spyrt okkum púra  ópartísku foreldur J

Eftir steðgin kom meira ferð á okkara leikarar, skot á stong, beint upp um, beint við síðuna av, men ikki í málið, puff puff. Tíðin var við at renna undan, tá Pál loksins fekk mál, villur rómur bæði á vølli og á áskoðarunum (foreldrunum), og nú vóru okkara ikki til at steðga. Hans Jákup skeyt fyrst eitt mál og lítla løtu seinni eitt sera flott mál afturat. 1-3, og rómurin var øðiligur.

Hóast røddir hásar eftir dystin í Klaksvík Flaggdagin, so kláraðu vit at rópa okkum til enn ein sigur ímóti KÍ, ikki tí, tað vóru sjálvandi okkara frálíku spælarar, ið spældu, skoraðu og vunnu dystin.


Myndir: Turið Láadal Sejersdóttir/HB.