KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

U14 dreingir greipuvinnarar

Dreingir18-10-2014 - Egon Joensen

Við 4-0 sigri á grannunum úr B36a tryggaði HBa sær í dag føroyameistaraheitið fyri U14-lið við dreingjum. Í summar vann liðið eisini steypafinaluna á Tórsvølli og kann nú sostatt rópa seg greipuvinnara.


Áðrenn dagsins leikumfar, sum var tað 22. og síðsta í røðini í ár, var HBa á odda við 58 stigum, meðan næsta lið á stigatalvuni var NSÍa við 56 stigum. Hóast ein málmun áðrenn dystin á 129 móti teimum 50 hjá NSÍ, merkti hetta tó ikki, at ein javnleikur var nokk at tryggja HB-dreingjunum meistaraheitið.

Frágreiðingin til hetta er, at um tvey lið í yngru deildunum eru jøvn í stigum, verða innanhýsis dystirnir avgerandi, og her hevði NSÍ staðið seg betri við at vinna heimadystin við Løkin 1-0, meðan dysturin í Gundadali endaði við 1-1 javnleiki.

Skuldi føroyameistaraheitið fáast til høldar, var sostatt neyðugt við einum sigri, tí væntandi var, at NSÍ fór at vinna sín dyst á Svangaskarði móti B68, ið ikki lá so ovarlaga á stigatalvuni. Tað vísti seg eisini, at hesin dysturin endaði við 7-0 sigri til NSÍ.

Roknast kundi hinvegin ikki við, at HB fór at fáa lætta mótstøðu frá B36, sum longu áðrenn dystin í dag hevði tryggjað sær bronsuheiðursmerkini. Tveir teprir 2-1 sigrar móti sama liði, annar í landskappingini og hin í steypakappingini, góvu ábendingar um ein avbjóðandi dyst.

Tá dysturin varð bríkslaður í gongd, gekk tó ikki long tíð, áðrenn bólturin fyrstu ferð lá í B36 málinum. Minni enn 20 sekund aftaná at B36 hevði givið bóltin upp, kom eitt innlegg úr vinstru síðu fyri føturnar á Símun Sólheim, ið trygt legði HB á odda í fyrsta álopinum.

Hóast talan ikki var um nógvar upplagdar málmøguleikar, hevði HB gott tamarhald á spælinum allan fyrra hálvleik. Nakað áðrenn steðgin legði Hanus Sørensen HB á odda 2-0. Hetta var eitt heldur øðrvísi máli, har Hanus við høvdinum fyrst fekk bóltin av hondini hjá B36 málverjanum og síðani skeyt hann í málið.

Aftaná stegðin hildu HB-dreingirnir fram, har teir sleptu í fyrra hálvleiki. Tá umleið 10 minuttir vóru farnir, fekk Petur Ovi Hjaltalin Dam innaru síðu á eitt innlegg úr vinstru síðu og legði HB á odda 3-0.

Petur Ovi skeyt eisini síðsta málið í dystinum, tá hann nakað fyri leiklok fekk pláss at snara sær á við bóltinum og við góðum skoti skoraði til endaúrslitið 4-0. Stutt eftir bríkslaði dómarin dystin av og HB-dreingirnir kundu lata seg fagna sum føroyameistarar.

Íroknað steypadystir hevur HBa síðani 22. mars leikt 26 dystir. Í landskappingini hevur ligið skotið nærum 150 mál, og íroknað steypadystirnar hevur liðið skorað fleiri enn 200 mál, meðan umleið 20 mál eru farin inn. Hetta má roknast sum eitt flott avrik og sigast kann ikki annað, enn talan hevur verið um eitt gott kappingarár hjá nýklaktu greipuvinnarunum.

Leikararnir úr HBa lata heilsa og takka øllum mótstøðuliðunum og trúgvu áskoðarunum fyri eitt langt og gott kappingarár. Teir ynskja eisini silvurvinnarunum úr NSÍa og bronsuvinnarunum úr B36a tillukku við heiðursmerkjunum.


Myndir: Turið Láadal Sejersdóttir