KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







U14 góð úrslit og U16 heim aftur úr Suðuroy við steypi

Dreingir28-04-2013 - Jónfinn Petursson

Bæði U16 og U14 dreingir hava fingið eina super byrjan uppá kappingina. Sum lesast kann aðrastaðin á síðuni hava vit tvinni U16 dreingjalið, meðan vit hava fimm U14 dreingjalið.


Umleið 60 dreingir manna okkara U14 dreingjalið A til E og galdani fyri øll er, at tey hava klára seg frálíkt higartil. Hetta vikuskiftið vunnu øll okkara U14 lið. 

U14 dystirnir vóru hesir:
KÍa - HBa 1-3
HBb - ABa 6-1
HBc - ÍF 8-1
B36c - HBd 2-4
HBe - KÍc 5-1

U16 dreingir vóru á bygdastevnu í Hvalba har landskappingardysturin móti TB/Royn eisini var ein steypadystur. Hann vunnu okkara dreingir sannføran 10-1 so fyrsta steypið relaterað til landskappingina er hervið komið í hús.

Vit her á síðuni fegnast um frálíku gongdina hjá øllum okkara yngru liðum og ynskja øllum hjartaliga til lukku.