KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







U14 gentur gull í Summar Cup

U14 Gentur10-07-2016 - Jónfinn Petursson

Í allar fagrasta veðrið var dagurin í Gulldalinum í dag ein av teimum heilt góðu fyri mong. Fyri okkara U14 gentur var hetta ein gleðis gulldagur. Við eini offensivari uppstilling frá byrjan, og væluppløgdum gentum, vunnu vit allar dystirnar.


Tann fyrsti dysturin var móti Girls United. Her vóru vit leikliga omaná og vunnu ein tryggan 3-0 sigur. Málskjúttar vóru Sunniva, Anna Maria og Naina.

Næsti dysturin var ímóti einum blandaðum HB/B36 liðið. Hóast vit komu til fleiri málmøguleikar, har bólturin bæði kom í stongina og tvørstongina, endaði dysturin 0-0.

Av tí, at mótstøðuliðið eisini hevði vunnið sín fyrsta dyst 3-0, skuldi tað avgerast við brotsspørkum. Brotssparkskappingina vunnu vit við fimta skotinum sum Helena hegnisliga legði uttast til høgru fyri málmannin.

Í semifinaluni møtti vit B36 A. Okkara gentur vóru betur og høvdu fleiri góðar mál møguleikar. Mótstøðuliðið royndi seg eisini, men okkara verja var sterk og eingin slapp framat. Vit vunnu við einum máli, sum Jóhanna setti trygt í netið eftir innkast av miðuni frá Nainu.

Í finaluni møtti vit B68. Tað varð ein javnur dystur, men okkara gentur høvdu leikliga yvirvágin og harafturat ein jarn vilja at vinna.

Dysturin endaði tó málleysur, so nú var aftur brotsspark á skránni. Maria, okkara dugnaligi málmaður, stóð sum klettur í brimi og eingin bóltur slapp framvið henni. Eftir at Jóhanna, Maria og Tinna trygt høvdu sett bóltin í netið, var gullið heima.

Ein framúr góður dagur, har okkara U14 gentur stríddist hvørt sekund og vístu ein vinnaraanda sum bleiv løntur í gulli.

Vit her á síðuni takka Heðini D. Poulsen fyri góðar myndir og undirhaldani dystarfrásøgnir, og ynskja øllum okkara hjartaliga til lukku við flotta avrikið.


Myndir: Heðin D. Poulsen