KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







HB U14 Dreingir steypavinnarar 2013. Fremst málmennirnir frá vinstru: Hørður og Teitur. Framman frá vinstru: Pál, Magnus, Leivur, Hans Sejer, Tóki og Vilhelm. Aftan frá vinstru: Eilif (venjari, Jan (venjari), Andrias, Hans Jákup, Brandur, Jonathan, Jógvan og Milan (venjari)

U14 Dreingir hjá HB eru steypavinnarar 2013

Dreingir24-08-2013 - Helgi Nielsen

Tað skuldi bæði longd leiktíð og brotssparkskapping til, áðrenn U14 Dreingirnir hjá okkum kundu kalla seg steypavinnarar 2013 eftir eina sera spennandi finalu móti NSÍ

Karmarnir vóru teir bestu, sum hugsast kunnu til slíka finalu. Frálíkt veður, ein góður vøllur og nógvir áskoðarar - bæði úr Runavík og Havnini.

Runavíkingar vóru helst favorittar undan dystinum, men sum kunnugt er tað á vøllinum, dystir verða avgjørdir, og har vildu okkara spæla við. 

Okkara tóktust tyngdir av nervum, men hóast hetta sóu vit til tíðir gott spæl, og tað var júst soleiðis, vit fingu hol á. Vit vinna bóltin á miðjuni, og Vilhelm verður sendur avstað í høgru. Hann sendir eitt gott innlegg, sum verður skotið móti málinum. Bólturin kemur útfrá aftur, og har er Hans Sejer fyrstur og smekkar bóltin í kassan til 1-0. 

NSÍ royndu at svara aftur skjótt, og fleiri ferðir vóru vandastøður, tá okkara mistu bóltin í uppspælinum. Miðskeiðis í hálvleikinum missa okkara bóltin á okkara hálvu, og ein gulur gerst púra leysur móti Teiti í málinum og skorar trygt. Teitur hevði annars fleiri frálíkar bjargingar í dystinum. Tað var ikki óuppiborið, at runavíkingar javnaðu.

Bæði liðini høvdu nakrar royndir afturat í hálvleikinum, men einki mál kom, og hálvleiksstøðan var sostatt 1-1, sum mundi vera í tráð við gongdina.

Í seinna hálvleiki vóru runavíkingar væl betri enn okkara, sum framvegis tóktust fjálturstungnir. Vit fingu tó ein sera góðan møguleika tíðliga í seinna hálvleiki, men skotið fór á stongina. Løtu seinni eru NSÍ vandamiklir í okkara brotsteigi, men innskifti Hørður í málinum vardi væl 3 ferðir á rað. Nakrar minuttir seinni hava NSÍ bóltin á okkara hálvu. Brádliga snarar ein sær á og sendir eitt gott skot móti málinum. Skotið kom óvæntað, og tí fekk Hørður ikki heilt tamarhald á bóltinum, sum fór í málið til 1-2.

Okkara skuldu nú skora, men tað var trupult at spæla seg ígjøgnum til góðar møguleikar. Vit komu í góðar støður einar 2-3 ferðir, men vóru ikki nóg avgjørdir. NSÍ var væl betra liðið í seinna hálvleiki, men teir fingu so einki mál afturat. Í allar seinastu sekundunum av dystinum vóru okkara í álopi, og endin er, at bólturin kemur í hondina á einum NSÍ'ara og brotsspark til HB. Hóast stórt trýst, so setti Hans Jákup bóltin trygt í málið til 2-2 og longda leiktíð.

Okkara vóru greitt omaná í longdu leiktíðini, men einki mál kom, hóast onkur møguleiki var. Dysturin skuldi tí avgerast við brotssparkskapping. Har syrgdi ein sera væl upplagdur Teitur í málinum fyri, at NSÍ bara skoraði tað eina málið í 5 skotum, meðan Hans Sejer og Magnus skoraðu hjá okkum. Tá Teitur so tók seinasta skotið hjá NSÍ var greitt, at HB var steypavinnari hjá Dreingjum U14 2013.

Vit ynskja leikarum og venjarum hjartaliga tillukku við steypinum.

Koyr á, HB! 


Myndir: Rakul Hansen