KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







U14 dreingir eisini steypavinnarar

U14 Dreingir30-08-2014 - Helgi Nielsen

U14 dreingir, Steypafinalan: 07 Vestur - HB 3-4 (2-3)

Í eini undirhaldandi finalu móti vágadreingjum vunnu okkara U14 dreingir steypið, og tryggjaðu harvið HB 3. steypasigurin av 3 møguligum

Nógvir áskoðarar vóru til finaluna, og gott lív var í rundan um vøllin. Hetta gav dreingjunum góðar karmar, og áskoðararnir fingu gott undirhald afturfyri.

Longu í 4. minutti fekk Hanus Sørensen fyrsta HB møguleikan men tíverri við síðuna av. Nakrar minuttir seinni fingu vágamenn góðan møguleika, men bólturin fór framvið málinum. Í 15. minutti kom gongd á málskjótingina, tá Jón Weihe Simonsen hjá 07 Vestur eftir horna sendi eitt rimmar skot móti málinum.

Leiðslan helt sær í 8 minuttir, tá innskifti Tórmóður Djurhuus javnaði við góðum skoti. Nú gekk tað skjótt, tí næstu 5 minuttirnar fingu okkara 2 mál afturat. Fyrst skoraði Jógvan Petersen til 2-1 og løtu seinni endaði gott kontraálop við, at dagsins maður, Magnus Holm Jacobsen, skoraði til 3-1.

Vágadreingir fullu tó ikki í fátt, og 3 minuttir seinni endaði sera góð frísparkskombinatión við, at Brandur Hovgaard við góðum skoti minkaði um munin til 3-2, sum eisini var hálvleiksstøðan. Tað mundi veri 4-2, tí beint fyri hálvleik skeyt ein sera vælupplagdur Símun Sólheim á stongina og út.

Tíðliga í seinna hálvleiki høvdu vit nakrar góðar royndir, har bæði Tróndur Mikkelsen og Magnus royndu seg, men antin fór bólturin beint framvið, ella bjargaði málverjin. Í 51. minutti fær 07 Vestur ein risa møguleika. Dann Fróðason gerst púra leysur móti málinum, men Roðar Heðinsson í HB málinum er vakin og kemur væl út ímóti og bjargar.

Minuttin eftir er góður møguleiki til HB. Jógvan kemur í góða støðu, men málverjin hjá 07 Vestur bjargar væl. Í 58. minutti endar gott HB álop við, at bólturin verður spældur út í vinstru síðu, har Tórmóður við góðum skoti leggur okkum á odda 4-2. Bara 3 minuttir seinni verður góður skallari sendur móti HB málinum, men Roðar bjargar meistaraliga. 

Tveir minuttir seinni fáa vágadreingir sett veruligan spenning í, tá Dann skorar til 4-3. Tað komu tó kki fleiri mál, og tí gjørdust okkara vinnarar av eini sera undirhaldandi finalu.

Hjartaliga tillukku leikarar, venjarar og vit øll.


Koyr á, HB!


HAGTØLINI

U14 dreingir, steypafinalan leygardagin 30. august 2014 kl. 10:00 á Tórsvølli

07 Vestur - HB 3-4 (2-3)
1-0 Jón Weihe Simonsen 15'
1-1 Tórmóður Djurhuus 23'
1-2 Jógvan Petersen 25'
1-3 Magnus Holm Jacobsen 28'
2-3 Brandur Hovgaard 31'
2-4 Tórmóður Djurhuus 58'
3-4 Dann Fróðason 63'

Liðið: Roðar Heðinsson (m), Andreas Mikkelsen, Símun Sólheim, Tróndur Mikkelsen, Magnus Holm Jacobsen (L), Jógvan Petersen, Villiam Klein, Hanus Sørensen og Vernar R. Olsen. Innskiftir: Tórmóður Djurhuus, Bjarni Brimnes og Axel Olsen

Óbrúktir eykaleikarar: Tummas Ellingsgaard

Á beinkinum: Jan Dam, Milan Cimburovic, Eilif Petersen og Petur Mohr Reinert

Dagsins leikari: Magnus Holm Jacobsen

Áskoðarar: uml. 200


Myndir:Rakul Hansen