KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







U14 dreingir C javnleik móti oddaliðnum

Dreingir02-06-2013 - Jónfinn Petursson

Í allarfagrasta veðri fór HBc til Sandoynna at spæla móti B71. B71 hevur vunnið allar dystirnar hetta kappingarárið, so dreingirnir vistu, at hetta fór ikki at verða ein lættur dystur.


Beint sum dómarin hevði bríkslað dystin í gongd sást, at talan var um tvey lið, sum bæði vildu vinna.

Fyrri hálvleikur var tó merktur av, at HB hevði yvirvágina og hevði fleiri góð skot upp á mál, sum málmaðurin hjá B71 tíverri bjargaði.

Í seinna hálvleiki løgdu okkara dreingir aftur gott trýst á sandoyingar, og ikki vardi leingi, áðrenn HB skoraði fyrsta málið.

Stutt eftir skoraði HB seinna málið, og so var støðan 2-0 til HB. Men sandoyingar vildu ikki hava tað hangandi á sær, at teir taptu til HB, so nú funnu teir rætta stríðsandan fram og fingu við neyð og deyð spælt seg upp til ein javnleik, áðrenn dómarin bríkslaði dystin av.

HBc er sostatt fyrsta liðið í ár, sum hevur megnað at fáa stig móti B71, og dreingir okkara kundu sostatt fara vælnøgdir til Havnar aftur.

Heimasíðan takkar fyri hesu góðu dystarfrásøgnina frá Gitte Klein, ið var við okkara U14 dreingjum C inni í Dal.