KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







Mynd: Eli Hentze

U14 á Sandi at vitja B71

Dreingir27-05-2013 - Eilif Petersen

Sunnudagin 26. mai vóru 35 U14 leikarar frá HB og 14 U14 leikarar frá B36 og vitjaðu U14 hjá B71. Tilsamans einir 60 dreingir vóru samlaðir inni í Dal, har vøllurin hjá B71 er.


Tað var B71, ið bjóðaði suður til venjing og bóltspæl, og sigast má, at tiltakið var sera væl fyriskipað og eydnaðist væl. At so veðrið eisini vísti seg frá síni góðu síðu ger, at túrurin fær eina stjørnu eyka.

Okkara ferðalag fór av Gomlurætt kl. 9.45, og vit vóru aftur á Gomlurætt kl. 17.00

Byrjað varð við statiónsvenjing, har 5 bólkar á uml. 11 dreingir fluttu runt á vøllinum og vandu 10 minuttir við 5 ymiskum venjingum.

Fimm málmenn vóru við á túrinum og fingu teir holla málmansvenjing frá Waldimar Nowicki. Uttan at taka nakað frá øðrum venjingum, so var saksaspark á máttuni hjá Karl Vidtfelt nokk tann mest populera venjingin á degnum.

Í døgurðasteðginum borðreiddu fryntligir sandoyingar við skrúvum, kjøtsós og grønmeti. Eisini var møguligt at fáa sær ein kaffimunn við pannikøku ella onkrum øðrum søtum aftur við og eitt gott prát.

At so ein - sum sandoyingar siga - "norðoyingur" búsitandi á Skarvanesi leggur at landi og vísur sítt kynstur sum frásøgumaður, gjørdi ikki løtuna keðiligari.

Tá døgurðatímin var liðugur, var venjing aftur á skránni. Hesaferð var talan um skotvenjing, sum eisini hevði góða undirtøku millum leikararnar.

Tann síðsta stóra tíman vóru dystir á skránni. Deilt var sundur í átta javnt sterk lið, og fingu liðini tríggjar dystir á 25 minuttir í part. Talan var ikki um at finna nakað vinnara lið. Vinnararnir eru teir dreingir, ið fingu nakað burt úr, bæði ítróttarliga og sosialt. Um so er, at okkurt lið gjørdist nakað veikari enn okkurt annað, er tað mín ábyrgd, tí onkur nøvn komu í bland, tá liðini vórðu gjørd.

Nøkur foreldur høvdu leita sær suður, og høvdu hesi eftir mínum tykki ein góðan dag. Samanumtikið var talan um ein sera góðan dag, har alt gekk eftir bókini.

Tað onkur leikari spyr til venjing - aftaná tað langa bríkslið - "er venjingin longu liðug" tá veit eg, at vit hava havt eina góða venjing, og tað kensluna hevði eg sunnudagin.

So frá okkum í HB skal ljóða ein stór tøkk til B71


Myndir: Eli Hentze