KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Mynd: Arngrímur Arngrímsson

U10 gentur til kapping í Sandavági

Gentur18-06-2013 - Jónfinn Petursson

Føgru umstøðurnar í Sandavági vóru karmar um stuttliga og spennandi kapping hjá U10 gentum farna leygadag.


HB hevði meldað heili fýra lið til, men tá avtornaði sluppu vit bara at hava trý við. Tá hugsað verður um, at hetta var fyrstu ferð, at fleiri av okkara gentum vóru til kapping, gekst tað sera væl hjá okkara.

Tær 24 genturnar, ið vóru við, tóku uppgávuna í fullum álvara og kempaðu til tað síðsta. Øll liðini vunnu ein og tveir dystir hvør, og mál vórðu skoraði í øllum dystum.

Ein góður dagur í góðum veðri saman við nógvum góðum fólkum er tað, ið stendur eftir aftaná ferðina.



Myndir: Arngrímur Arngrímssson