KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

U14 dreingir hjá HB í steypafinaluni

Dreingir18-06-2013 - Jónfinn Petursson

U14 dreingir, Cadburysteypið, hálvfinala: HB - Víkingur 2-0

Í góðveðrinum í Gundadali leygardagin leiktu U14 dreingirnir hjá HB og Víkingi eina sera spennandi hálvfinalu í kappingini um Cadburysteypið.


Seinast liðini hittust, vann Víkingur heili 7-1, so allarhelst hildu tey flestu, at Víkingur fór at gera bart og sostatt gerast annar parturin í steypafinaluni seinni í ár.

Men U14 dreingirnir hjá HB stríddust væl og smæddust ikki burtur. Spælið í fyrra hálvleiki var rættiliga javnt. 

Í fyrra hálvleiki kendi ein av leikarunum hjá gestunum seg noyddan at brúka neyðbremsuna, og dómarin var eirindaleysur og vísti leikaranum av vøllinum, og við einum fleiri á vøllinum fingu vit meiri spæl í dystinum. Nakað áðrenn útvísingina  hevði Hans Jákup Annfinsson lagt HB á odda eftir eitt vælspælt álop í vinstru síðu.

Málmenninir hjá báðum liðunum fingu seg royndar, tí spælið var sera málsøkið. Tá avtornaði skoraðu vit tvey mál, meðan Víkingur einki fekk. Hans Jákup skoraði bæði málini fyri HB.

Í finaluni 24. august skal HB liðið leika móti NSÍ ella KÍ. Vit fegnast og ynskja hjartaliga til lukku við flotta hálvfinalusigrinum og bestu eyðnu í finaluni.


Myndir: Turið Láadal Sejersdótir og Finnbogi Arge