KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen

Týdningarmikil sigur til U17 genturnar

Gentur04-05-2013 - Jónfinn Petursson

U17 gentur: HB - EBS/Skála 2-1

EBStreymur og Skála hava lagt saman, og hava feløgini fingið eitt sera gott lið burturúr. Í síðstu viku leiktu tær móti føroyameistarunum úr Klaksvík, og megnaði samanlagda liðið at fáa javnleik móti sterku klaksvíksdamunum.

Veðrið var ikki av tí besta á niðara vølli leygardagin, men báðir partar fóru hóast tað undir dystin við góðum treysti. Gestirnir sýndu gott og vandamikið spæl, men Annika Dam var í essinum í HB-málinum og bjargaði fleiri vandamiklum atsóknum.

Men tað vóru vit sum fingu fyrsta málið, ið Rebekka Benbakoura skoraði. Bólturin kom innfyri, og tað sá út, sum hon misti bóltin til ein verjuleikara. Tó Rebekka gavst ikki á hondum men stríddi seg til bóltin aftur og megnaði at seta hann flott í málið til HB-leiðslu.

Milja R Simonsen skoraði okkara seinna mál. Bólturin var sendur fram í høgra borð, og har fór Milja við miklari ferð rundan um verjuleikaran og sendi bólti nakað útifrá í handara horn til 2-0. Aftur eitt gott mál.

Í seinna hálvleiki fekk Kára Djurhuus hjá EBS/Skála ein langan bólt frá vinstru, tamdi hann væl, og sendi hann síðani hegnisliga í netið til 2-1.

Fleiri mál komu ikki, og vóru HB kvinnurnar sera nøgdar við sigurin, tí stórur munur var ikki á liðunum.

U17 genturnar liggja væl fyri í kappingini. Fremst er KÍ við 7 stigum aftaná 3 dystir, og á øðrum plássi liggur HB við 6 stigum fyri 2 dystir.

Um 14 dagar hittast hesi bæði liðini í toppdysti, og tá fáa vit ein ábending um, hvussu kappingin fer at laga seg í ár. Flott avrik og hjartaliga til lukku við góða sigrinum.