KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Milja R. Simonsen: 6 mál móti B68/NSÍ. Mynd: Rakul Hansen/HB.

Tveir góðir sigrar til kvinnurnar

Kvinnur13-04-2013 - Jónfinn Petursson

1. deild kvinnur (4) HB - B68/NSÍ 13-0
2. deild kvinnur (1) B36 - HB 0-1

Besta og næsta kvinnulið okkara leiktu landskappingardyst á Tórsvølli í gjár, ávíkavkist móti B68/NSÍ og B36. Samanlagda liðið av Skálafjørðinum fekk rættuliga oyruni í maskinuna, meðan hjá 2. deild varð talan um ein smalan, men góðan sigur móti grannunum fyri sunnan, og teir eru altíð góðir.


Milja R. Simonsen gjørdist stóri málslúkurin við tveimum hattrikkum. Henni á baki kom Heidi Sevdal við fýra málum. Elsa Maria Isaksen gjørdi tvey og Lív F. Arge skoraði eitt mál.

Helst eru orð fátøk í tílíkari støðu, men tað stutta av tí langa er, at kvinnurnar hava fingið einga ótrúliga góða byrjan uppá kappingarárið 2013.

Komandi tveir dystirnir skulu tó vísa okkum hvussu langt kvinnurnar hjá Allani eru komnar, tí næstu dystirnir eru móti fleirfaldu Føroyameistarunum úr KÍ. Fyrst leika vit í landskappingini fyri síðan aftur at møta KÍ í steypakappingini.

Næsta kvinnulið okkara var eisini á vølli í gjár, tá B36 tók ímóti. Aftur her megnaðu okkara kvinnur at hála ein sigur í hús. Hildur Egilsdóttir gjørdist matchvinnari tá honn í seinna hálvleiki skoraði einasta málið í dystinum.

Vit fegnast um góðu sigrarnar og frálíku gongdina hjá kvinnunum. Hjartaliga til lukku og takk fyri gott undirhald.


Myndir: Rakul Hansen/HB.