KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Tryggur sigur í Runavík

1. lið28-04-2013 - Helgi Nielsen

Effodeildin, 8. umfar: NSÍ - HB 0-4 (0-2)

Okkara vunnu í dag ein tryggan 4-0 sigur á NSÍ í Runavík. Dysturin var ikki endiliga so væl spældur - til tess er vøllurin við Løkin ov vánaligur - men bæði liðini stríddust manniliga, og tí var intensitetur í mest sum allan dystin. Okkara tóktust tó hava tamarhald á tí mesta.


Dystarfrásøgnin byrjar tó ikki við sjálvum dystinum, men við tí sum hendi aftaná. Venjarin hjá NSÍ, Ábraham Løkin, legði í samrøðu við Rás 2 eftir dystin, okkara leikarar undir tilætlað at skaða Klæmint Olsen og Kristian Joensen hjá NSÍ, sum báðir noyddust av vøllinum. Tað hoyrir ongastaðni heima at siga slíkt, og venjari okkara, Oddbjørn Joensen, segði so eisini tað sum sigast skuldi aftaná.

Sjálvandi er tað óheppið fyri NSÍ at fáa tveir mans skaddar, men einki tilætlað lá aftan fyri hendingarnar. Klæmint varð skaddur, tá Jóhan skal rudda bóltin burtur í verjuni. Í tí at Jóhan smekkar til bóltin, kemur Klæmint leypandi frá síðuni, og beinið hjá Jóhan rakar Klæmint í bringuna ella búkin. Í støðuni við Kristian er tað Kristin, sum gerst púra fríur móti málinum hjá NSÍ. Hann rekur við bóltinum, men tá hann nærkast málinum støkkur bólturin nakað, og hann og Kristian bresta saman.

Aftur til dystin. Fitt at HB'arum høvdu leitað sær til Runavíkar í dag, so karmarnir til eina góða uppliving vóru til staðar. Veðrið var eisini á einari leið, fitt av sól og nakað av ælingi. Okkara byrjaðu dystin betri, men komu ikki til teir heilt stóru møguleikarnar fyrsta korterið. Í 16. minutti fáa vit fyrsta málið, tá Símun verður spældur væl og setir bóltin trygt í netið til 0-1. Eftir fyrsta málið kom NSÍ betur við í dystin, men teir vóru sjálvdan vandamiklir. 2 skot høvdu teir tó móti málinum, men Teitur tók sær væl av teimum.

Í 35. minutti er hendingin við Klæmint, sum gav ein langan steðg í spælinum.  Stutt eftir hetta eru heimamennirnir í mótálopi, har ein góð sending verður løgd inn úr høgru, men lukkutíð fyri okkum røkkur eingin gulur bóltinum, sum smýgur sær framvið málinum og út til málspark. Minuttin aftaná er Kristin í góðari støðu og lobbar bóltin uppum Kristian men eisini beint uppum málið. Beint eftir hetta eru vit aftur í álopi og har er tað, Kristin og Kristian bresta saman. Hetta gav eisini ein langan steðg, men í 56. minutti av fyrra hálvleiki hava vit horna. Christian tekur tað úr høgru, og við nærmaru stong er Gunnar, sum skallar bóltin undir tvørstongina og í mál til 0-2. Beint eftir hetta bríkslaði dagsins dómari, Alex Troleis, fyri hálvleiki.

Heimaliðið royndi at leggja hart út í seinna hálvleiki, men teir komu ikki til tað heilt stóra, og okkara tóktust hava tamarhald á. Hinvegin var spælið nú nógv harðligari og nógvar ónodlur vóru at síggja frá báðum pørtum, uttan at dómarin steðgaði tí. Í 64. minutti taka Alex og Fróði eitt skjótt innkast. Alex sleppur leysur í vinstru síðu, har hann sendir eitt gott innlegg til ein púra frían Símun, sum setir bóltin trygt í netið til 0-3. Henda støðan helt sær í 10 minuttir, tá vit aftur fáa mál. Fróði stríðist væl, og brádliga eru fleir HB'arar í góðari støðu í NSÍ brotsteiginum. Endin er, at Christian skjýtur bóltin í málið til 0-4. Eftir hetta hendi ikki tað heilt stóra, annað enn at fleiri leikarar fingu nøkur býtt gul kort. 

Alt í alt ein ruddiliga uppiborin sigur til okkara. Dysturin var ikki væl spældur, men aftur hesuferð sóu vit okkara menn geva ein sterkan kollektivan innsats, sum bar á mál. 3 stig til okkara, og sum hini úrslitini lagaðu seg í dag, eru vit nú 5 stig frammanfyri næstfremsta liðið. Næsti dystur er fjórðingsfinalan í kappingini um Løgmanssteypið, sum verður móti EB/Streymi í Gundadali komandi sunnudag.

KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI


8. umfar - Sunnudagin 28. apríl 2013 kl. 15.00 við Løkin


NSÍ - HB 0-4 (0-2)
0-1 Símun Samuelsen 16
0-2 Gunnar Haraldsen 45+
0-3 Símun Samuelsen 64
0-4 Christian R. Mouritsen 74

Liðið: 
Teitur Gestsson - Alex José dos Santos, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jógvan Rói Davidsen - Símun Samuelsen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen (liðsk.) - Kristin R. Mouritsen (Bárður Olsen 67), Christian R. Mouritsen (Tróndur Jensen 80), Andrew av Fløtum (Bárður Heinesen 63)
Óbrúktir eykaleikarar: 
Hans Jørgensen og  Pál Mohr Joensen
Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe
Gul kort: Jóhan T. Davidsen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen og Símun Samuelsen
Reyð Kort: ongin
Dagsins maður: Fróði Benjaminsen
Dómari:
Alex Troleis
Hjálpardómarar: Thorvald J. Petersen og Jan Gardar
4. dómari: ?


Myndir: Rakul Hansen/HB.