KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen/HB.

Tryggur sigur á sandoyingum

1. lið14-04-2013 - Helgi Nielsen

Løgmanssteypið, 1. umfar: B71 - HB 1-5


Í lutakastinum til kappingina um Løgmanssteypið trektu vit B71, sum aftur í ár spælir í næstbestu deildini. At tað er munur á Effodeildini og 1. deild var sjón fyri søgn á Sandi í dag. Okkara høvdu valt at spara nakrar avteimum vanligu fyrstu 11, men teir sum fingu kjansin gjørdu tað gott. Dysturin endaði við tryggum 5-1 sigri til okkara, og tí eru vit víðari í kappingini um Løgmanssteypið.
1. umfar - sunnudagin 14. apríl 2013 kl. 16.00 inni á Dal

Til dagsins dyst høvdu venjararnir sum nevnt valt at geva nøkrum leikarum hvíld og øðrum møguleikan frá dystarbyrjan. Hans Jørgensen vardi málið fyri fyrstu ferð, og bæði Heini Vatnsdal og Bárður J. Heinesen vóru við frá byrjan. Á heimaliðnum vóru eisini 2 HB’arar í útlegd – Páll Holm Jacobsen í álopinum og Jónberg á Mýrini í verjuni.

Sum væntað, løgdu okkara beinanvegin unga heimaliðið undir stórt trýst fyri at fáa eitt skjótt mál. Tað gekk tó ein løta, áðrenn vit veruliga hóttu málið. Í 5. minutti leggur Jógvan Rói ein góðan bólt innfyri, men Bárður H. er akkurát ov stuttur. Í 14. minutti bragdaði endiliga. Heini sendir Kristin avstað í vinstru, og hann finnur bróðurin Christian, sum hegnisliga rundar málmannin og setir bóltin í málið til 0-1. Christian, sum var liðskipari henda dystin, var sera vælupplagdur og allarhelst dagsins maður.

B71 fingu eitt fríspark í góðari støðu í 27. minutti. Tað verður sent móti okkara máli, har ein heimamaður fær høvdið á bólturin fór í málið, men linjuverjin dømdi rangstøðu. Okkara fóru so í skjótt mótálop, sum endar við, at Bárður H. í góðari støðu frammanfyri málið sendir bóltin á tvørtræið og útaftur. 2 minuttir seinni skallar Heini bóltin í B71 málið, men aftur her varð dømt fyri rangstøðu. Aðrar 2 minuttir seinni gjørdist støðan hjá B71 truplari, tá ein teirra fekk sítt seinna gula kort og harvið útvísing.

Jóhan Troest Davidsen, sum kom til HB í fjør summar, hevur roynst okkum tryggur verjuskansi. Í dystinum móti B71 kom hann fyri fyrstu ferð á máltalvuna fyri HB. Í 37. minutti fær hann bóltin á HB hálvuni. Hann fær rímuliga gott pláss og rekur væl niðan á B71 hálvuna, har hann úr áleið 20-25 metrum sendir eitt dundurskot móti B71 málinum. Málverjin hevur ongan møguleika at verja, og bólturin syngur í meskunum til 0-2. Eitt flott mál. Málið til 0-3 var eisini tað fyrsta hjá hesum HB leikaranum. Í síðsta minutti av fyrra hálvleiki hava vit horna. Frammanfyri málinum fær Bárður H. sent bóltin móti málinum. Málverjir fær hondina á, men linjuverjin dømir bóltin innanfyri og so kom eisini Bárður H. á máltalvuna fyri HB. Tillukku við fyrsta HB málinum, tit báðir.

Hálvleikur og 3-0 til okkara. Veðrið var eitt sindur so sum so, og tí var gott at fáa møguleikan at koma inn í nýggju snøggu ítróttarhøllina at kroka. Her bjóðaðu blíðu sandoyardamurnar kaffi og pannikøkur við øllum góðum. Hesar góðu pannukøkur vóru eisini orsøkin til, at undirritaði ikki fekk smálutirnar við í 3. málinum hjá okkum.

Tíðliga í seinna hálvleiki hava vit horna. Frammanfyri málinum ger Pál góða hælfintu og setir bóltin í málið, men tíverri fyri Pál, varð dømt fyri rangstøðu. Tá 60 minuttir vóru leiktir, gjørdu vit 3 útskiftingar. Christian, Tróndur og Pál fóru út, og Fróði, Alex og Magnus Egilsson komu inn. Kristin gjørdist liðskipari, tá Christian fór út. Í 71. minutti hava vit aftur horna. Bólturin kemur útfrá til Magnus, sum smekkar bóltin í málið til 0-4.

Henda støðan helt sær í 15 minuttir, og tá er tað heimaliðið sum skorar. Vit hava nógv fólk á B71 hálvuni, tá teir brádliga sleppa í mótálop. Teir verða ikki trýstir nakað serligt, og ein góður bóltur verður sendur yvirum til Páll Holm Jacobsen, sum heilfluktar bóltin í okkara mál úr eini 20 metrum. Eitt sera flott mál. Minuttin seinni fáa vit síðsta málið, tá Kristin við góðum skoti útifrá setir bóltin í málið til 1-5. Stutt eftir hetta var dysturin liðugur, og okkara hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í steypakappingini.

HB-stuðlar skipaðu fyri útferð við bussi til dystin. Døgurði var bílagdur á Deplinum í Skálavík, og har hugnaðu HB-fjeppararnir sær nakrar tímar, áðrenn farið varð til dyst.

KOYR Á, HB !!!!


HAGTØLINI

B71 - HB 1-5 (0-3)
0-1 Christian R. Mouritsen
0-2 Jóhan T. Davidsen
0-3 Bárður J. Heinesen
0-4 Magnus Egilsson
1-4 Páll Holm Jacobsen
1-5 Kristin R. Mouritsen

Liðið: Hans Jørgensen - Pál Mohr Joensen (Alex José dos Santos 60), Jóhan T. Davidsen, Gunnar Haraldsen, Tróndur Jensen (Fróði Benjaminsen 60) - Kristin R. Mouritsen, Heini Vatnsdal, Bárður Olsen, Jógvan Rói Davidsen - 
Christian R. Mouritsen (liðsk.) (Magnus Egilsson 60), Bárður J. Heinesen.
Óbrúktir eykaleikarar:Teitur Matras Gestsson
Á beinkinum: Oddbjørn, Kaj, Jan F. og Heðin
Gul kort: ongin
Reyð Kort: ongin
Dagsins maður: 
Dómari: Páll Augustinussen
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Jónleif  Frederiksen
4. dómari:

Myndir: Rakul Hansen