KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen/hb.fo

Tryggur sigur á argjamonnum

1. lið26-05-2013 - Helgi Nielsen

Effodeildin, 11. umfar: HB - AB 5-1 (2-0)

Dagsins grannauppgerð móti AB gjørdist ongantíð spennandi. Til tess er munurin á liðunum ov stórur. Tá tað er sagt, so vóru argjamenn ikki púrasta fyri ongum og komu eisini til nakrar møguleikar í dystinum.


Greitt var undan dystinum, at neyðugt var við broytingum í miðverjuni, nú Jóhan T. Davidsen var leikbannaður. Tí fekk ungi Pál Mohr Joensen møguleikan at spæla undir liðini á Gunnar Haraldsen í dag, og tað kom hann væl frá. Ein onnur broyting var tann, at Bárður Olsen byrjaði inni, meðan Kristin sat á beinkinum.

Okkara vóru stórfavorittar undan dystinum, men tað tóku argjamenn ikki so tungt. Teir løgdu hart út og royndu at trýsta okkara spælarar høgt. Hetta eydnaðist lutfalsliga væl hjá teimum eina løtu, og teir fingu eisini onkran líkinda møguleika, tó uttan at tað gjørdist heilt vandamikið. At AB stóð høgt gjørdi sjálvsagt, at okkara fingu møguleikar við rennibóltum.

Hjá HB var týðiligt at nýtilnevndi landsliðsleikarin hjá okkum, Heini Vatnsdal, ætlaði sær mál í dag. Hann var fleiri ferðir framvið, og hóast hann kiksaði fyrstu ferðina í góðari støðu, so helt hann áfram. Tað gav úrslit í 19. minutti, tá Heini verður spældur fríur og einsamallur við Símun Rógva skoraði hann trygt til 1-0. Undan hesum høvdu vit havt góðan frísparksmøguleika, sum Alex sendi beint omanfyri málið.

Í 32. minutti er Heini aftur uppá spæl. AB stendur høgt, og Christian sendir Heina avstað við góðum rennibólti. Heini er aftur hesuferð einsamallur við Símun Rógva og setir bóltin í málið til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. Vit høvdu onkrar heilt góðar møguleikar afturat, men fingu ikki bóltin inn um strikuna.

Gongdin var tann sama í seinna hálvleiki. Okkara vildu hava fleiri mál, og í 53. minutti lukkaðist tað. Dagsins maður, Heini Vatnsdal, rekur við bóltinum í høgru og leggur eitt gott innlegg til Andrew, sum at síggja til hælar bóltin í málið til 3-0. Hetta tóktist taka mótið frá argjamonnum eina løtu, og tað gjørdist ikki betri nakrar minuttir seinni, tá vit fingu fjórða málið. Símun kemur í góða støðu frammanfyri AB málinum, men Símun Rógvi bjargar. Bólturin støkkur so leysur, og har er Fróði fyrstur á og setir bóltin í málið til 4-0.

Nakað eftir hetta fremja venjararnir eina dupulta útskifting, har Fróði og Andrew fóru út, og Kristin og Magnus Egilsson komu inn. Hetta órógvaði okkara eina løtu, og gestirnir komu betur við aftur. Teir komu nú til fleiri góðar møguleikar. Eitt skot varð bjargað á strikuni av Gunnari Haraldsen, sum skallaði bóltin á tvørtræið og útfrá. Løtu seinni skallaði Hørður M. Mohr úr góðari støðu, men Hans bjargaði, og beint eftir hetta sendi Dan Petersen eitt gott skot beint omanfyri okkara mál.

Tað luktaði eitt sindur av einum máli til AB, og tað kom so í 79. minutti, tá innskifti Keita eftir trunkaspæl frammanfyri okkara máli, fekk skumpað bóltin um strikuna til 4-1. Løtu seinni setti Sorin Angel við góðum skallara bóltin í málið, men tað varð kolldømt fyri rangstøðu. Okkara settu seg nú aftur á dystin, og móti dystarenda fingu vit so síðsta málið. Christian tekur horna úr høgru, og við fremru stong stendur enn einaferð Gunnar Haraldsen sum við høvdinum sneiðir bóltin í málið til endaliga úrslitið 5-1.

Sum dagsins úrslit lagaðu seg, eru vit nú 9 stig frammanfyri nr. 2, og tað má sigast at vera ein trivalig leiðsla. Enn er kappingin ung, og mangt kann henda fram móti kappingarenda. Fyribils loyva vit okkum tó at gleðast um góðu gongdina hjá liðnum og síggja fram til næsta dyst, sum verður móti føroyameistarunum við Margáir komandi sunnudag.

Koyr á, HB!


HAGTØLINI

Effodeildin 11. Umfar: sunnudagin 26. mai 2013 kl. 15.00 í Gundadali

HB – AB 5-1 (2-0)
1-0 Heini Vatnsdal 19
2-0
Heini Vatnsdal 33
3-0 Andrew av Fløtum 54
4-0 Fróði Benjaminsen 61
4-1 Ahmed Keita 79
5-1 Gunnar Haraldsen 90

Liðið:Hans Jørgensen - Alex José dos Santos, Pál Mohr Joensen, Gunnar Haraldsen, Jógvan Rói Davidsen (Tróndur Jensen 57) - Símun Samuelsen, Fróði Benjaminsen (liðsk.) (Magnus Egilsson 71), Bárður Olsen, Heini Vatnsdal, Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum (Kristin R. Mouritsen 71)

Óbrúktir eykaleikarar:Teitur M. Gestsson og Bárður Heinesen
Á beinkinum:Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe
Gul kort: -
Reytt kort: -
Dagsins maður:
Heini Vatnsdal
Dómari: Alex Troleis
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Jan á Líðarenda
4. Dómari: Niclas á Líðarenda


Myndir: Rakul Hansen/hb.fo