KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Knút Olsen

Torfør uppgáva fyri framman

1. lið14-07-2014 - Jónfinn Petursson

Í morgin, týsdagin 15. juli, leika vit fyrra dystin í 2. innleiðandi umfarinum í Champions League. Fudbalski klub Partizanella Crno-beli (svart-hvítir) tekur ímóti á Partizan Stadion í Beograd.


Var uppgávan í Gibraltar spennandi og torfør, er hendan tað ikki minni. Hóast úrslitini í Europa ikki hava verið nakað serligt at reypa av, er FK Partizan eitt nógv betri lið enn Lincoln Red Imps, og millum annað kunnu vit nevna, at vertirnir hava vunnið 24 meistaraheiti og 12 steypasigrar.

Kendasti leikarin í dagsins hópi er liðskiparin, Saša Ilić, ið hevur leikt við so mætum liðum sum Celta Vigo og Galatasaray, umframt at hann eisini var trý ár í Red Bull Salzburg, sum vit jú leiktu móti í 2010.

Eisini kann nevnast, at glóðheiti Lazar Marković, sum í skrivandi stund er í ferð við at skifta frá Benfica til Liverpool, hevur traðkað sínar barnaskógvar í FK Partizan.

Okkara verjuleikarar fáa uttan iva nógv um at vera í annaðkvøld, og einki er at ivast í, at brekkan er brøtt. Tó, sum tey klóku siga, í fótbólti kann alt henda, og vit gleða okkum sjálvandi almikið til hesa stóru uppgávuna.

Heimasíðan hevur lænt nakrar fínar myndir sum Knút Olsen hevur tikið. Vit koma aftur í morgin við kunning um, hvar dysturin kann síggjast.


Myndir: Knút Olsen