KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







Tepurt tap á Skála

Kvinnur26-03-2017 - Jónfinn Petursson

Kvinnur 1. deild: EB/Str./Skála – HB 2-1

Triða umfar í bestu kvinnudeildini var leikt um vikuskfitið. Okkara kvinnur vitjaðu felagsliðið av Skála – Eiði og Hvalvík/Steymnesi. Nadja og Julia hava skrivað dagsins dystarfrásøgn:


Næsti dystur hjá HB-kvinnunum varð sunnukvøldið á útivølli, har kvinnuliðið hjá EB/Str./Skála tóku ímóti okkum á Skála. 

Sólin skein bæði oman og niðan, og veðrið var av tí allarbesta, tá ein sera spennandi dystur varð floytaður ígongd.

Tó høvdu vit nakrar avbjóðingar í Havn áðrenn dystin. Unga talentið hjá okkum, Rebekka Benbakoura, punkteraði 10 metrar uttanfyri HB-húsið, so lítil panikkur kom á kvinnurnar hjá okkum, viðvíkandi fart til Skála. Hóast alt hóvastákið, komu kvinnurnar trygt fram og vóru klárar at møta EBS/Skála kvinnunum.

Vit byrjaðu dystin við einum høgum pressi og hildu allar avtalur, og hetta lønaði seg, tí longu í trettanda minutti legði unga og raska Lea Hansen okkum fram um aftaná eitt frálíkt hornaspark frá Jónvá Hentze.

Aftaná hetta pressaðu bæði liðini væl, men to eydnaðist tað Margunn Lindholm at javna, tá 33 minuttir vóru leiktir, og hetta varð eisini hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki komu bæði liðini til nógvar kjansir at leggja seg fram um. Mitt í seinna hálvleiki, fingu EB/Str./Skála-kvinnurnar eitt brotsspark. Men okkara nýggi og fantastiski málmaður, Simona Heinesen, bjargaði, og tað eydnaðist ikki mótstøðuliðnum at koma framum á hesum sinni. 

Men í 77. minutti vóru vit heilt víst snýttar fyri eitt fríspark, tá Heidi Sevdal skumpaði ein verjuleikara hjá okkum nakað harðliga og legði EB/Str./Skála kvinnurnar framum 2-1, og hetta varð so eisini endaliga støðan.


Koyr á, HB !!!!


HAGTØLINI

Kvinnur, 2. umfar: sunnudagin 26. mars 2017 kl. 12.30 undir Mýruhjalla

EB/Str./Skála – HB 2-1 (1-1)
0-1 Lea Hansen 23’
1-1 Margunn Lindholm 34’
2-1 Heidi Sevdal 77’

Liðið: Simona Heinesen – Nadja Johannesen, Ása á Reynatúgvu (liðsk.), Jania Ole-Jacobsen, Elin Maria Isaksen (Julia Helena Henriksen 51), Rebekka Benbakoura, Poula Andreasen (Barbara Prior 68), Sólrun Thomsen, Jónvá Hentze, Ninna Hansen og Lea Hansen

Óbrúktur eykaleikari: Valdus Ólafsdóttir

Venjari: Allan Dybczak

Dómari: Stephan Petursson
Hjálpardómarar: Jákup L. Stenberg og Jørleif Djurhuus