KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







Teitur og Johan á landsliðið

Landslið14-03-2017 - Jónfinn Petursson

Lars Olsen hevur úttikið 20 spælarar til HM-undankappingardystin ímóti Andorra, sum verður 25. mars. Nýggir í hópinum eru Jóannes Bjartalíð og Hørður Askham úr KÍ.

Á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin kunngjørdi Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, nøvnini á teimum 20 spælarunum, ið eru úttiknir til HM-undankappingardystin ímóti Andorra. Dysturin verður leiktur í Andorra leygardagin 25. mars, klokkan 17.00.

Nakrar broytingar eru neyðugar hesa ferð í mun til føroyska hópin, sum spældi ímóti Sveis í november í fjør. Fróði Benjaminsen hevur leikbann, Brandur Olsen, Sonni Ragnar Nattestad og Rene Shaki Joensen eru skaddir, meðan Árni Frederiksberg og Róaldur Jakobsen vegna útbúgving fyribils ikki eru tøkir til landsliðsfótbólt

Avboðini, skaðarnir og leikbannið hava við sær, at pláss verður fyri øðrum monnum, og til dystin ímóti Andorra hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Jóannesi Bjartalíð og Hørði Askham úr KÍ.

Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH (ÍS)
Teitur M. Gestsson, HB
Símun Rógvi Hansen, NSÍ

Verjusleikarar:
Jónas Þór Næs, ÍBV (ÍS)
Atli Gregersen, Víkingur
Hørður Askham, KÍ
Jóhan Troest Davidsen, HB
Odmar Færø, B36
Bárður J. Hansen, NSÍ
Viljormur Davidsen, Vejle (DK)

Miðvallarar
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR)
Hallur Hansson, AC Horsens (DK)
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ÍS)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ

Framherjar
Jóan Símun Edmundsson, OB Odense (DEN)
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Páll A. Klettskarð, KÍ

Vit fegnast um at Teitur og Johan hava fingið landsliðsboð og ynskja øllum bestu eydnu við komandi uppgávuni.


Koyr á, Føroyar !!!!


Mynd og heimildari:
fsf.fo