KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Landslið21-08-2017 - Jónfinn Petursson

A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Lars Olsen, hevur úttikið 22 spælarar til dystirnar ímóti Portugal og Andorra, sum verða 31. august og 3. september.


Á tíðindafundi í FSF-húsinum mánamorgunin setti Lars Olsen, landsliðsvenjari, nøvn á teir 22 spælararnar, ið eru úttiknir til HM-undankappingardystirnar ímóti Portugal og Andorra.

Hósdagin 31. august klokkan 19.45 spæla Portugal og Føroyar á Estadio do Bessa í Porto, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 3. september klokkan 17.00 skal føroyska liðið royna seg ímóti Andorra á Tórsvølli.


Allir ið hava fingið landsliðsboð eru hesir:

Símun Rógvi Hansen, NSÍ
Hørður Askham, KÍ
Teitur M. Gestsson, Ári Mohr Jónsson, HB
Atli Gregersen, Fróði Benjaminsen og Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Pól Jóhannus Justinussen, Karl Løkin og Klæmint A. Olsen, NSÍ
Eli Falkvard Nielsen, Róaldur Jakobsen, Patrik Johannesen og Odmar Færø, B36
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ÍS)
Jónas Tór Næs, ÍBV (ÍS)
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ÍS)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ÍS)
Jóan Símun Edmundsson, OB (DK)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DK)
Rógvi Baldvinsson, Bryne FK (NOR)
Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR)

Vit fegnast um at Teitur og Ári hava fingið landsliðsboð. Eisini er hugaligt at notera sær, at René Shaki og Gunnar Nielsen eisini eru fastir fúsir á landsliðið okkara.

Spennandi verður at síggja hvussu vit fara at klára okkum í hesum tveimum so ymisku dystunum og ynskja øllum bestu eydnu við komandi uppgávunum.


Mynd og heimildari: fsf.fo