KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: fsf.fo

Teitur Holm úttikin til U15 dreingjalandsliðið

Landslið12-07-2013 - Jónfinn Petursson

Seinastu tvey árini hevur føroyska U15 dreingjalandsliðið luttikið í Brøndby Cup í Danmark. Eisini í ár verða dreingirnir við í hesi kapping, sum verður í døgunum 27. juli til 1. august.


Landsliðsvenjararnir Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava tikið ungu mennirnar út, ið skulu umboða okkum. Vit í Havnar Bóltfelag kunnu fegnast um, at evnarík málverji okkara, Teitur Holm, hevur fingið landsliðsboð.

Hesir allir hava fingið landsliðsboð:

Teitur Holm, HB
Hannis Agnarsson og Bjarni Petersen, B36
Pauli Sivertsen,
Arnbjørn Svensson, Bárður á Reynatrøð, Tonni Thomsen, Mikal á Reynatrøð og Fannhard Skoradal, Víkingur
Andre Benjaminsen, B68
Pætur Hentze, Mourits Heini Mortensen, Heðin Nielsen og Sonni Mikkelsen, NSÍ
Oskar í Haraldstovu Weihe og Janus Svabo Samuelsen, 07 Vestur
Svein Knút Vesturdal Magnussen, Vejle Boldklub (DK)
Kristian Eliasen, Randers FC (DK)

Sum liður í fyrireikingum til Brøndby Cup 2013 verður skipað fyri venjing á Tórsvølli sunnudagin 23. juni og venjingarlegu í Skálavík vikuskiftið 19. til 21. juli.

Vit fegnast vegna Teit og felagið og ynskja øllum, ið hava fingið boð, hjartaliga til lukku við úttøkuni og bestu eyðnu við kappingini.